Vit eiga fyrsta málið til góðar

Fýra ferðir hava vit spælt í móti Fraklandi, men meðan teir hava skotið 16 mál í móti okkum, hava vit ongantíð fingið bóltin í málið hjá fraklendingum

Hóast vit onkuntíð hava fingið hampilig úrslit og heiðurlig tap í móti Fraklandi, so hava vit sanniliga eisini fingið onkran lúsingin viðhvørt.

Størsta tapið fingu vit seinast, vit spældu í móti Fraklandi. Hetta var á Tórsvølli 13. oktober í 2007, har føroyska landsliðið legði rygg til eitt 0-6 tap.

Eitt ár frammanundan hevði føroyska liðið tapt 5-0 í Fraklandi.

Í 2005 vann Frakland 3-0 á Føroyum, tá Djibril Cissé gjørdi tvey mál og Súni Olsen eitt sjálvmál. Í fyrra dystinum liðanna millum í hesum bólkaspælinum, tá Fraklandi vann 0-2 í Føroyum, gjørdi Djibril Cissé eisini eitt mál. Harvið er hann tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í móti Føroyum.

Men hann hevur altso ikki fingið landsliðsboð hesaferð. Tað hevur David Trezeguet heldur ikki. Hann hevur skotið tvey mál í móti Føroyum. Eisini Louis Saha, Ludovic Giuly, Jérôme Rothen og Hatem Ben Arfa hava skotið hvør sítt mál í móti Føroyum, men hava ikki fingið landsliðsboð.

Tískil eru tað einans Nicolas Anelka og Karim Benzema í franska hópinum hesaferð, sum hava skorað í móti Føroyum. Teir hava tó fingið tvey mál hvør.


Fróði Benjaminsen er toppskjúttin

Í føroyska hópinum er tó eingin, sum hevur megnað at fingið bóltin í franska málið. Í teimum fýra dystunum móti Fraklandi hevur Føroyar tapt tilsamans 16-0. Og sum støðan er nú er lítið sannlíkt, at hetta samlaða úrslitið fer at vera nógv penari í annaðkvøld.

Í føroyska hópinum er Fróði Benjaminsen tann, sum í løtuni hevur gjørt flest mál. Tríggjar ferðir hevur hann skorað fyri Føroyar. Súni Olsen, Jákup á Borg, Christian Høgni Jacobsen og Christian Lamhauge Holst hava allir skotið tvey mál hvør, umframt at Bogi Løkin og Símun Samuelsen hava fingið eitt í part.