Føroyskir útisetar
Tilsamans 22.549 føroyingar, býttir yvir trý ættarlið, búgva í Danmark.
Tað er talið, sum Norðuratlantsbólkurin hevur fingið at vita frá Danmarks Statistik. Hetta svarar til út við helmingin av samlaða fólkatalinum í Føroyum – ella 46,75%.
Í prosentum svara føroysku útisetarnir tó bert til 0,415% av samlaða fólkatalinum í Danmark.
Av teimum 22.549 føroyingunum í Danmark, eru tilsamans 9.741 fødd í Føroyum.
Áhugaverd tøl
Á tíðindafundi í Nóatúni í morgun legði Leivur Persson fram bóklingin við nógvum ymiskum og áhugaverdum hagtølum yvir føroyskar útisetar í Danmark.
- Hyggja vit at nettotilflytingini til Danmarkar, sæst, at hon hevur verið javnt veksandi seinastu 30 árini. Tó er eitt lop í tíðarskeiðinum 1990-1994, tá nettotilflytingin veksur til tað tvífalda í mun til tíðarskeiðið 1985-1989. Í tíðarskeiðinum 1995-1999 og 2000-2005 minkar flytingin til Danmarkar rættiliga týðiliga, og vøksturin hesi árini er umleið tann sami sum fyri 1990.
Leivur legði aftrat, at árini, tá tilflytingin av føroyingum í Danmark, var størst, var undir stóru fíggjarkreppuni í Føroyum.
- Flestu føroyingarnir, sum hesi árini fluttu til Danmarkar, vóru í aldrinum 17-39 ár, og framvegis eru nógv ikki heimaftur komin.
Hann vísti á, at nettotilflytingin av føroyskum konufólki til Danmarkar var nógv størri enn nettotilflytingin av mannfólki.
- Árinini av hesum síggjast í Føroyum í dag, har fólkatalið er merkt av ójavnvág millum kynini, segði Leivur.
Útbúgvingarstøðið
Sambært skráseting hjá Danmarks Statistik høvdu í minsta lagi 6.457 føroyskir útisetar í Danmark eina førleikagevandi útbúgving hin 1. januar 2006. Av hesum vóru 2.732 mannfólk og 3.725 konufólk.
- Hetta svarar til, at 28% av samlaðu útisetunum eru útbúnir. Siga vit, at tey stívliga 8000, sum eru í aldursbólkinum 0-16 ár, enn eru ov ung til at vera liðug við útbúgving, svarar hetta til, at í minsta lagi 45% av útisetunum (eldri enn 16 ár) hava eina førleikagevandi útbúgving.
Leivur legði aftrat, at í uppgerðini yvir fólk við útbúgving, eru bert tey tikin við, sum hava tikið eina útbúgving í Danmark.
- Vit vita, at nógvir føroyingar, sum búgva í Danmark, hava tikið eina útbúgving í Føroyum, eitt nú sjófólk, men hesi eru ikki skrásett sum útbúgvin. Soleiðis er talan um minimums-tøl.
237 lærarar
Í tølunum yvir, hvørjar útbúgvingar føroyskir útisetar í Danmark hava, sæst, at heili 720 fólk hava eina útbúgving sum heilsuhjálparar, assistentar og annað, meðan 410 eru útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingar.
- Vit síggja eisini í uppgerðini, at heili 237 føroyskir útisetar eru útbúnir fólkaskúlalærarar, samstundis sum tørvur er á útbúnum lærarum bæði í Føroyum og Danmark.
Føroyingar “eiga” eisini 97 maskinmeistarar, 71 skipsførarar, 29 búskaparfrøðingar og heili 60 løgfrøðingar í Danmark.
- Í uppgerðini síggja vit eisini, at talið av útbúnum føroyskum læknum í Danmark er 90, segði Leivur Persson.
Kanningin vísir eisini, at 435 mannfólk og 326 konufólk hava eina longri hægri útbúgving, og samanlagt hava 43 føroyskir útisetar í Danmark eina granskingarútbúgving.
Inntøkuviðurskifti
- Galdandi fyri øll ættarlið og allar aldursbólkar er, at mannfólk samanlagt hava eina væl hægri miðalinntøku enn konufólk í sama ættarliði og aldursbólki. Hetta er sama mynstur, sum sæst aftur aðrastaðni í vesturheiminum.
Leivur Persson segði, at fyri øll ættarlið er eisini galdandi, at munurin á miðallønini millum kynini er lítil í byrjanini, men munurin gerst størri, tess eldri fólk gerast.