– Tað hendir nógv í Føroyum, hetta er eitt samfelag í vøkstri, tað sæst á øllum brøgdum, sigur Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum.
Í hesum døgum vitjar hon á fyrsta sinni í Føroyum og hevur millum annað undirskrivað eina samstarvsavtalu við Javnaðarflokkin.
Í samrøðu við in.fo sigur hon, at vit skulu ikki bara varðveita ríkisfelagsskapin, men at vit ksulu menna hann í felag. Men tað skal vera ein ríkisfelagsskapur, sum passar til tann veruleika, sum er í teimum trimum londunum – og til tann veruleika, sum er í heiminum. Einum heimi, har óvissa valdar um, hvussu tað fer at eydnast Donald Trump at stjórna Amerika, og har vit hava ein ágangandi Vlademir Putin í Russlandi – og avbjóðingini við Brexit í Onglandi.
– Um vit trý londini í ríkisfelagsskapinum klára at menna hann í felag, so hevur hann ein framtíð. Eg haldi, at ríkisfelagsskapur er ikki nakað vit hava, men nakað vit eru, og tí skulu vit hvønn dag taka støðu til, um vit brúka hann best møguligt.
Hoyrið og síggið sjónvarpssamrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Mette Frederiksen við at trýsta á pílin á myndini.