- Vit eru til arbeiðis kortini

- Vit eru eins nógv fólk til arbeiðis í Vága Floghavn - antin nógv ella lítið er at gera, sigur stjórin, Jákup Sverri Kass.

- Tað eru flogfeløg, sum seinastu árini hava víst Føroyum áhuga, og vit hava havt fleiri vitjanir av flogførum og fólki, umboðandi ymisk feløg.

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hann vísir á, at millum tey stóru feløgini, sum hava vitjað í Vágum við flogfari, eru eitt nú Lufthansa.

 

- Áhugi er fyri Føroyum, men tað tekur tíð, og nú er so greitt, at SAS kemur higar.

 

Jákup Sverri Kass ivast onga løtu í, at ferðafólkatalið á Føroyaleiðini fer at veksa nógv, tá kapping verður á farleiðini.

 

- Í sínari tíð søgdu eisini umboð fyri SAS, sum vóru einsamallir um Ålborg í nógv ár, at grundarlag var ikki fyri fleiri feløgum. Men, í dag flúgva eini sjey ymisk feløg upp á Ålborg, og SAS er har framhaldandi.

 

Stjórin væntar, at ”køkan” at flúgva upp á Føroyar eisini fer at veksa - við størri kapping á farleiðini.

 

- Vit kunnu vænta okkum lægri ferðaseðlaprísir og eina enn betri tænastu, sum fer at gagna øllum.

 

Jákup Sverri Kass vísir á, at tað eru eins nógv fólk til arbeiðis í Vága Floghavn - antin nógv ella lítið er at gera. Tað eru nøkur krøv, sum skulu fylgjast, og tey eru galdandi bæði við nógvari og minni ferðslu.

 

- SAS hevur lagt seg á fyrrapartarnar allar dagar uttan leygardag, og fyrrapartar er lítil ferðsla, sigur hann.