- Vit eru vónsvikin

Føroyanevndin hjá MFS finst at uppskotinum hjá Rigmor Dam at lækka inntøkumarkið hjá lesandi.

- Hetta er sum heild eitt óheppið uppskot, og er ikki í samsvar við tað, ið varð lovað áðrenn valið. Tá varð sagt, at man ynskti at betra um korini hjá teimum lesandi.


Tað er svarið frá MFS Føroyanevnd, tá in.fo spyr um eina viðmerking til lógaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um at lækka inntøkumarkið hjá lesandi.


Nevndin ber ótta nevniliga fyri, at uppskotið gevur júst øvugta úrslit av tí, ið ætlanin er.


- Um endamálið er, at lesandi skulu arbeiða minni, so er hetta skeivi leistur, tí júst tað øvugta hendur. Lesandi, serliga tey, ið hava familju, mugu arbeiða meira nú fyri at fáa endarnar at røkka saman, tí studningurin verður mótroknaður fyrr.


Í viðmerkingunum til lógaruppskotið vísir landsstýriskvinnan til Danmarkar, har inntøkumarkið er 11.845. Tað er tó ein samanbering, ið MFS Føroyanevnd heldur lítið um, bæði tí umstøðurnar eru so nógv øðrvísi í Danmark, og tí at tað bara er ein hálvur sannleiki.


- Í viðmerkingunum verður víst til, at frádrátturin í Danmark er lægri, men tað argumentið heldur ikki ein metur. Tað er óbrúkiligt, tí í Danmark hevur man fleiri aðrar ágóðar. Teirra studningurin er tvífald so stórur, tey hava R-frádrátt á 70.000 krónur, tey fáa íbúðarstuðul, umframt at tað er møguligt at fáa eina lestraríbúð. Harumframt gloymir landsstýriskvinnan at nevna í samanberingini, at um man hevur børn, so hækkar inntøkumarkið upp á 27.000 krónur.


Og tað júst lesandi við børnum, ið MFS Føroyanevnd metir fáa verri møguleikar um uppskotið verður samtykt.


- Landsstýriskvinnan má hava misskilt hvør tann føroyski lesandi er. Her er ikki talan um ung, ið líka skulu tjena nøkur eyka oyrur, men í stóran mun um fólk, ið eru 25 pluss og eiga børn. Tey hava tørv á teimum fyrimunum, ið tey kunnu fáa, men tað er tey, ið hetta uppskotið rakar. Nú mugu tey arbeiða meira fyri at fáa endarnar at røkka saman.


Nevndin hevur tó eina vón um, at sparingin er liður í eini størri ætlan, har landsstýriskvinnan ætlar at gera ymiskar ábøtur, ið gagnar teimum lesandi. Um ikki, so er talan um eitt greitt brot á vallyftir.


- Vit skilja ikki ordiliga signalvirðið í hesum, og sakna, at víst verður til eina størri ætlan. At hetta er ein partur av, at aðrir batar koma, ið gera tað lættari at vera lesandi í Føroyum. So hevði tað givið meining, men sum nú er, so er hetta stikk í móti øllum vallyftum.