Býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Jákup Lamhauge, heldur at tað er ógvuliga løgið, at Marinustøðin hevur ætlanir um at flyta teirra spreingivirksemi av Glyvursnesi til Lambar út frá grundgevingini, at grótbrotið á Lambareiði liggur langt frá bygdum øki og at eingin verður nervaður.
Hetta eru viðmerkingar hansara til forsíðugreinina í Dimmalætting í gjár undir yvirskriftini "Fara til Lamba at spreingja". Í greinini verður sagt frá, at í sambandi við spreingingar av ymiskum evnum, sum Marinustøðin hevur staðið fyri í grótbrotinum á Glyvursnesi vóru klagur komnar úr Havn, tí spreingingarnar hoyrdust til høvuðsstaðin. Tí hevur Marinustøðin umhugsað at fara í grótbrotið á Lambareiði at gera hesar spreingingarnar, tí tá eru teir langt frá bygdum øki og eingin verður tí nervaður, verður sagt í greinini.
Býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu undrast á hetta. Grótbrotið á Lambareiði, sum er næsti granni til Lamba bygd, liggur í Runavíkar kommunu, og tað er tí Runavíkar býráð sum ger av, hvat kann fara fram í grótbrotinum. Og Runavíkar býráð hevur onga umsókn fingið um loyvi at nýta grótbrotið til fyribeinan av ymiskum spreingiløðingum, og heldur tað tí er løgið, at slík tíðindi eru komin fram í fjølmiðlunum.
Grótbrotið á Lambareiði liggur munandi nærri bygdum øki, enn grótbrotið á Glyvursnesi ger. Grundgevingin hjá Marinustøðini er tí óskiljandi.