Vit gera okkurt rætt

Tað heldur formaðurin í Talvsambandinum, nú Føroyar stóðu seg framúr væl í altjóða talvkapping , sum endaði um vikuskiftið

Í farnu viku var føroyska talvlandsliðið og luttók í kappingini Small Nations í Monaco.

Hóast tað ikki eydnaðist føroyska talvlandsliðnum at vinna fulla úrtøku í Small Nations kappingini í talvi, stóð landsliðið seg væl í kappingini.

Formaðurin í Talvsambandi Føroya er ógvuliga væl nøgdur við avrikið hjá talvlandsliðnum seinastu dagarnar.

- Vit taptu bara ímóti Andorra, annars vunnu vit á øllum hinum tjóðunum minst 3-1. Eg haldi, at hetta vísir, at vit gera okkurt rætt, sigur Finnbogi Vang, formaður í Talvsambandi Føroya.

Hann heldur tað vera av stórum týdningi, at Føroyar luttaka í kappingum sum hesari.

- Tað er umráðandi, at vit gera okkum galdandi, har vit hava møguleika til tað. Vit síggja eisini frá hesi kappingini, at tað er týdningarmikið, at vit eisini hava ungar talvleikarar við, tá vit luttaka í slíkum kappingum uttanlands, fortelir Finnbogi Vang.

Ætlanin er at Føroyar skulu verða vertir fyri eini smálndakapping í 2016.

- Í 2011 høvdu vit eina smálandakapping fyri lið, og tann kappingin riggaði fínt. Vit hava gjørt vart við yvir fyri Altjóða Talvsambandinum, at vit ynskja at hava eina smálandakapping um góð tvey ár, og sum støðan er, dugi eg ikki at síggja, at nakað skuldi verið í vegin fyri tí, sigur Finnbogi Vang. 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Finnboga Vang.