Vit gita: Hesin fær kjansin í kvøld

Landsliðið: Tað eru ábendingar um, at Jákup B. Andreasen fer at fáa kjansin frá byrjan í kvøld

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska manslandsliðið skal spæla triðja og seinasta HM-undankappingardystin á hesum landsliðstúrinum. Dysturin er móti Skotlandi á Hampton Park í Glasgow.

Higartil hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, ikki gjørt nógvar broytingar í uppstillingini. Hann gjørdi tvær frá dystinum móti Moldova til dystin móti Eysturríki. Tann eina av teimum var tvungin, tí Odmar Færø bleiv skaddur, meðan hin var uppløgd, tí innskifti Meinhard E. Olsen skoraði.

Tað kundi sæð út til, at Håkan Ericson ætlar at royna Gunnar Vatnhamar í miðvejruni í kvøld. Tað ger pláss fyri Jákupi B. Andreasen á miðjuni. Hann kom inn á miðjuna móti Eystrríki og stóð seg væl.

Spurnngurin er so, um tað verða fleiri broytingar. Meinhard E. Olsen byrjaði inni móti Eysturríki, tí hann er sterkari til at renna í bakrúmið enn Klæmint A. Olsen. Spurningurin er um Håkan Ericson velur royndirnar hjá Klæminti, ella ferðina hjá Meinhardi.

Á øðrum plássum eru fleiri spælarar, sum hava spælt nógvar minuttir. Gilli Rólantsson, Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Hendriksson hava spælt allar minuttirnar higartil, so tað er ikki óhugsandi, at onkur teirra ikki spælir 90 minuttir í kvøld.

Av øðrum eru Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar og Jóan Símun Edmundsson, men teir hava allir verið útskiftir, og tí spælt tað minni.

Vit gita:

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen/Meinhard E. Olsen og Jóan Símun Edmundsson

##ms##