- Vit hava allar fortreytir fyri at vera allarfremst! Tað heldur nýggi stjórin á Elektron, Kjartan Thomassen. Í Sosialinum dag er eisini eitt vinnublað, har tey hava havt samrøðu við nýggja stjóran í Elektron. Hann staðfestir, at í Føroyum hava vit ofta lyndi til at vera aftaná hinum. Tað hevur hann hug at venda á høvdið, tí skulu vit ikki heldur vera allarfremst, spyr hann.
- Vit hava allar fortreytir fyri tí, tí vit hava eitt samfelag, sum í so nógvar mátar er øgiliga frammarlaga. Her hava vit allar tær funktiónir, sum eitt stórt samfelag hevur, men av tí at tað er nógv minni , er tað lætt og ómaksleyst at samskifta, tí alt er nógv meira yvirskoðiligt, sigur stjórin í Elektron við Vinnublaðið hjá Sosialinum.
– Tí áttu Føroyar at verið eitt upplagt stað, tá tað kemur til at vera í fremstu røð innan KT, tí vit sleppa undan næstan øllum teimum útreiðslum, onnur hava av tí nógva samskiftinum, ið krevst.
Men hann heldur, at tað ógvuliga umráðandi, at tað almenna gongur undan, tí tað er har, menningarmøguleikarnir eru, sum so aftur kunnu koma restini av vinnuni til góðar og gera, at tað breiðir seg sum ringar í vatninum.
Hann sigur, at nettupp av tí, at vit eru minni, ber til at menna skipanir, sum bara kosta ein lítlan part av tí, tær kosta at menna í øðrum londum.
– Eitt dømi um eina skipan, vit saktans kunnu kappast um at bjóða øðrum, er MínBoks, sum vit hava ment fyri eina upphædd, onnur og størri lond neyvan kunnu kappast við, júst tí vit eru minni. Tað vísir seg eisini, at longu nú eru fleiri lond áhugað í at tosa nærri um samstarv innan júst hetta økið, sigur hann við Sosialin.
– Eg síggi fyri mær, at ymsar skipanir, sum í framtíðini verða mentar innan KT, kunnu útflytast sum frálíður, og tað ger so aftur sítt til, at váðin verður sera lítil, av tí at skipanin longu frammanundan er roynd á heimamarknaðinum.
- Eg skal ikki siga, at vit í Føroyum eru dugnaligari enn onnur, men av tí at vit hava nógv styttri arbeiðsgongdir, gevur tað okkum møguleika til á øllum økjum at vera minst líka dugnalig sum onnur. Og tað er eitt mál, sum eg haldi, at vit eiga at seta okkum, tí vit kunnu saktans ganga undan, um tað er tað, vit vilja, sigur Kjartan Thomassen við Sosialin, har nógv meiri er at lesa um nýggja stjóran í Elektron.
|