Klaksvík:
Inni í skúlastovuni stendur fyrstu hjálparlærarin, Erik Andreasen, og gjøgnumgongur nakrar spurningar, sum tey høvdu svarað uppá, stutt áðrenn Sosialurin kom á gátt. Í høvuðsheitum snúðu teir seinastu spurningarnir um, hvussu skelkur kann fyribyrgjast. Men bæði lærari og næmingar geva sær stundir til at práta kortini. Beinanvegin fara nakrir næmingar at seta kaffi á borðið, meðan onnur gera seg tilreiðar at gera onkrar uppgávur, sum mynd kann takast av.
Næmingarnir eru á einum máli um, at hendan fyrstahjálpar vikan hevur verið avbera góð og lærurík. Eisini siga tey, at tað er eitt deiligt umskifti frá gerandisdegnum í skúlanum.
? Eg hevði ikki trúð áðrenn, at vit fóru at læra so nógv, heldur ein genta fyri.
Skeiðið í fyrstu hjálp snýr seg fyrst og fremst um at læra næmingarnar tey fýra grundstigini í fyrstu hjálpini.
Allir næmingarnir hava roynt allar uppgávurnar. Millum annað hava tey roynt kunstigan andadrátt og hjartamýking, og tey hava eisini lært at leggja umbindingar.
Tann eina dagin vórðu tey býtt í tvey, har tey skuldu skapa eina vanlukku ella eitt óhapp. Tann eini bólkurin hevði skipað fyri einum balli, har fleiri ymiskir skaðar vóru at viðgera. Ein hevði skorið seg, ein annar hevði verið í bardaga, meðan ein triðji var avdottin og so framvegis. Næmingarnir megnaðu uppgávurnar til fulnar.
Næmingarnir eru sera ágrýtnir at greiða frá, tí sum tey hava gjørt og lært. Og tá spurt verður, um tey høvdu minst til alt, um tey nú komu fram á eina vanlukku, siga tey avgjørd á málinum, at tað høvdu tey.
? Vit hava fingið alt inn við skeið, so viðkomandi hevði verið í góðum hondum, sigur ein av næmingum við einum smíli.
Kreativur ungdómur
Erik Andreasen sigur, at hesin árgangur hevur verið serliga kreativur og gjørt nógv ymiskt av teirra eintingum til tess at sleppa at royna uppgávurnar.
? Tað er sera hugaligt at síggja, hvussu høgt næmingarnir ganga upp í hetta. Bara tildømis tað at leggja fólk í læsta liðlegu hava tey brúkt nógv. Og eisini hava tey tosað nógv um, at um tey nú okkurt kvøldi, tá tey eru úti, koma framvið einum avdotnum persóni, so høvdu tey ikki gingið framvið, men lagt viðkomandi í læsta liðlegu. Og tað er eitt positivt tekin um, at tey vísa fyrilit fyri øðrum, sigur Erik Andreasen, sum er tann einasti hjá Reyða Krossi, sum kann hava almenna frálæru í fyrstu hjálp í Norðoyggjum. Fyrstu ferð Erik var í fólkaskúlanum og hevði eitt tílíkt skeið var í 1998, og hann hevur verið í báðum skúlunum so gott sum hvørt ár síðani.
Tað er ongin próvtøka eftir eitt tílíkt skeið, men tað endar við, at næmingarnir fáa eina lítla roynd, har tey skula svara 14 spurningum við at krossa av.
Erik letur sera væl at gongdini higartil, og hann sigur, at tað vóru 20 næmingar í tí eina bólkinum í fjør og ikki ein teirra svaraði einum spurningi skeivt. Og tað heldur hann má metast at vera sera flott.
Prátið gongur framvegis lívliga um mangt og hvat. Og tað sást væl, at næmingar og lærari finna væl út av tí saman, men nú er tíð hjá næmingunum at fara inn til ta seinastu royndina. Tá hon er yvirstaðin, fáa tey eitt fyrstuhjálparprógv, sum varar í trý ár.