Vit hava ongantíð verið so nógv hjá lækna sum í fjør

Í miðal var hvør føroyingur 3,4 ferðir hjá kommunulækna í fjør

Kommunilæknarnir kring landið hava ongantíð havt so nógvar viðtalur, sum teir høvdu í fjør. Í fjør høvdu kommunulæknarnir kring landið næstan 188.000 viðtalur tilsamans. Umleið 9.000  av teimum vóru ígjøgnum telefon orsakað av koronu. Gott og væl 5.000 ella trý prosent av viðtalunum vóru fólk við bústaði uttanlands.

 

Tað merkir, at tað vóru 13 prosent fleiri viðtalur í fjør enn tað vóru í 2019, altso áðrenn korona fór at ganga og men viðtalurnar í fjør vóru eisini eitt prosent fleiri í tali enn tær vóru í 2020, tá ið korona legði mestsum alt lamið tíðliga í árinum.

 

Tað er ikki so løgið, at kommunulæknarnir hava alsamt fleiri viðtalur, tí fólkatalið økist alsamt. Men tað vísir seg, at sum heild fer hvør av okkum eisini oftari til lækna nú enn áður. Hagstovan sigur, at í fjør var hvør føroyingur í miðal 3,4 ferðir hjá kommunulækna. Verða útlendingar taldir við, er vóru 3,5 viðtalur fyri hvønn íbúgva. Í 2018 var var hvør føroyingur 3,1 ferðir hjá lækna í miðal.

 

Hagstovan sigur, at hendan uppgerðin fevnir ikki um koppsetingar, barnakonukanningar og vanligar barnakanningar. Hon fevnir heldur ikki um viðtalur í sambandi við upplýsing um gitnaðarfyribyrging og aðrar fyribyrgjandi viðgerðir.

 

Vanligt samband við kommunulæknan í telefon, ella teldu, er heldur ikki við í yvirlitinum. Tó eru viðtalur, avgreiddar ígjøgnum telefon orsakað av koronu-smittuvanda, taldar við. Í 2000 vóru tær 25.000 í tali og í 2021 vóru tær, sum sagt, 9.000 í tali.