Norðoyggjar er eitt serstakt náttúruvakurt øki við ríkum mentanarlívi, nógvum upplivingum og sterkum vinnulívi. Vit hava tí eitt sera gott grundarlag fyri at menna Norðoyggjar sum ferðamál.
Soleiðis sigur nýggi stjórin í Visit Norðoy, Jórun Gardar. Sum nýggjur stjóri ætlar hon at leggja greiðar ætlanir fyri ferðavinnumenning, sum skal gerast við virðing fyri lokaløkinum. Jórun Gardar tók formliga við stjórasessinum í Visit Norðoy hin 1. juni, og hon er klár at bróta ermar upp og fara í gongd.
Klaksvíkingur um ein háls
Jórun Gardar kennir væl til Norðoyggjar, tí hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Men seinastu árini hevur hon búð í bæði Danmark og í Havn.
- Nú havi eg vent nøsina heim eftir aftur, so tað verður stuttligt og spennandi at fáa nakrar arbeiðsroyndir her norðuri aftaná so nógv ár burturi, sigur hon.
Viðvíkjandi útbúgving hevur hon lisið vinnubúskap og samskifti á Copenhagen Business School í Keypmannahavn. Áðrenn tað lærdi og arbeiddi hon í Bank Nordik, og seinastu seks árini hevur hon starvast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum. Uppgávurnar í Vinnuhúsinum hava verið fjølbroyttar, har hon hevur arbeitt fyri føroyskt vinnulív, og hesar royndirnar sær nýggi stjórin sum eina styrki, sum hon kann gagnnýta til at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum.
Skynsemi og virðing
Jórun Gardar heldur tað vera serliga spennandi, at ferðavinnan í Føroyum er í so stórum vøkstri.
- Vit standa nú á einum vegamóti, har vøksturin má handfarast við skili, sigur hon og vísir á, hvat hon í hesum sambandi vil leggja dent á við ferðavinnumenning í Norðoyggjum.
- Samstundis sum mann arbeiðir við at marknaðarføra ferðavinnumøguleikar, so skal mann eisini hava virðing fyri náttúruni, søguni, borgarunum og gerandisdegnum á tí staði, har mann er. Tað er umráðandi, at tað fyrigongur skynsamt og burðardygt.
Menningarætlan við fleiri pørtum
Tað er tí neyðugt at leggja nakrar ætlanir fyri norðurøkið, so alt gongur upp í eina hægri eind til frama fyri bæði tey lokalu og tey vitjandi.
- Tað er eitt arbeiði, sum liggur fyri framman. Vit fara at hyggja eftir, hvussu vit kunnu gera eina greiða ætlan yvir, hvussu vøksturin í ferðavinnuni skal handfarast. Nógvir ymsir partar skulu vera við til at lyfta hesa uppgávuna. Bæði kommunur, borgarar og einstakir veitarar skulu takast við í arbeiðið at leggja eina menningarætlan til rættis fyri Norðoyggjar, sigur Jórun Gardar.
Hvør oyggj hevur sítt at bjóða
Norðoyggjar telja oyggjarnar - Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Tað er fastland til summar av hesum, meðan tað er siglandi til aðrar.
- Styrkin hjá okkum er, at vit hava seks oyggjar, sum allar hava hvør sítt at bjóða, og tað sama við teimum einstøku bygdunum, sum hvør í sínum lagi eru serstakar. Og so hava vit Klaksvíkina, sum í mun til restina er ein miðstaður við nógvum ymsum tilboðum, sigur Jórun Gardar.
- Eg meti heilt avgjørt, at Norðyggjar hava teir eginleikar og tær umstøður, sum krevjast, fyri at hetta kann gerast eitt enn meira áhugavert ferðamál, sigur hon.
##med2##
Ferðafólk eftirspyrja upplivingar og søgur
Jórun Gardar sigur, at føroyska ferðavinnan selir upplivingina av at vera í Føroyum, og hetta fara tey at leggja seg enn meira eftir í Norðoyggjum.
- Útlendsku ferðafólkini vilja hava okkurt slag av uppliving, tá tey koma her. Tey eru áhugað í tí serliga í økinum, sigur hon og leggur aftrat, at nógv er hent á hesum økinum seinastu árini.
- Vit kunnu bjóða serstakar upplivingar í Norðoyggjum; bæði náttúruupplivingar, mentanarligar upplivingar, merkisverd og vitjanarverd støð. Tað ber eisini til at krydda hesar upplivingar við eitt nú matupplivingum og tónleikaframførslum, sigur hon.
Eisini verður arbeitt við at fortelja tær góðu søgurnar fyri ferðafólkum, sum vitja í Norðyggjum.
- Norðuroygjar hava eina ríka søgu og áhugaverd støð at vitja. Til dømis Kópakonan, nógvar sermerktar gongutúrar, møguleikar fyri túrum við báti, spennandi útoyggjar, eitt fornminnisavn og søgulig støð.
Føroyingar eru byrjaðir at ferðast alsamt meira í egnum landi, og hetta er eisini eitt fokusøki hjá Visit Norðoy. Her leggja tey seg eftir at tryggja tey røttu tilboðini, alt eftir hvat fólk vilja uppliva - eitt nú ein túr í svimjihøllina, út at eta, gongutúr í fjøllinum ella ein túr við báti.
Skapar inntøkur til land og fólk
Nýggi stjórin í Visit Norðoy heldur ferðavinnuna hava stóra týdning fyri Føroyar.
- Vónandi kann ferðavinnan gerast ein vinna, sum áhaldandi kann menna føroyska samfelagið og skapa fleiri inntøkur bæði til land og til fólk. Um vit hyggja eftir, hvat er hent tey seinastu árini, so sæst, at Føroyar avgjørt er eitt áhugavert ferðamál. Talið av vitjandi er vaksið, og uppmerksemið um Føroyar er økt. Ferðavinnan hevur tí heilt sikkurt eitt stórt potentiali við nógvum ymsum møguleikum.
Hjá Visit Norðoy ræður tað um at finna styrkina hjá Norðyggjum sum ferðamál og vísa ferðafólki á, hvørjir møguleikar eru har.
- Tað er eingin ivi um, at arbeiðið hjá Visit Faroe Islands við at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamál er sera týdningarmikið og hevur víst seg at eydnast væl. Okkara uppgáva er so at hyggja eftir, hvat vit kunnu bjóða fólki, tá tey eru komin til landið og leggja leiðina norður eftir. Í hesum sambandi skulu vit hjálpa til í føroysku ferðavinnuni, soleiðis at teirra ferð verður bæði góð, áhugaverd og minnilig, sigur Jórun Gardar.