Jón Rasmussen, sum henda túrin hevur verið skipari á verksmiðjuskipinum Norðborg, setti seg í morgun at grunda yvir, hvat tað í veruleikanum var, sum fekk myndugleikarnar at taka Christian í Grótinum til lands í Hetlandi.
Sum skilst, hanga myndugleikarnir seg í eina kunngerð frá 1998, sum hevur til endamáls at verja ungfisk móti útblaking.
Hann hevur gjørt sær tann ómak at týða tær reglur, sum skipið er ákært eftir - og "article 32" ljóðar soleiðis í donsku tíðingini:
"b) i) at hele den fangst, der lovligt må beholdes om bord, opbevares i frossen tilstand, at de klassificerede fisk fryses omgående efter klassificeringen, og at ingen klassificerede fisk genudsættes undtagen som krævet i artikel 19, og at udstyret installeres og placeres således på fartøjet, at det sikrer omgående frysning og ikke tillader genudsætning..."
Jón Rasmussen hevur hesa viðmerking til henda "article":
- Hetta stykkið hevur einki ímóti framleiðslu, men her stendur bert, at fiskurin skal frystast ”omgående”. Hvat ”omgående” merkir, er ivaleyst ein definitións spurningur. Hetta stykkið er eftir mínum tykki bert fyri, at fiskurin ikki má blakast út, sigur skiparin.
Og so vísir Jón til tað, sum í kunngerðini verður kallað "article 42", sum á donskum ljóðar soleiðis:
"1. Det er forbudt at foretage nogen form for fysisk eller kemisk forarbejdning af fisk til fiskemel, fiskeolie eller lignende varer om bord på fiskerfartøjer eller at omlade fangster til sådanne formål. Dette forbud gælder ikke forarbejdning eller omladning af fiskeaffald..."
Og Jón Rasmussen hevur hesa viðmerking:
- Her stendur bert, at tað er ikki loyvt at gera fiskamjøl ella olju, undantikið tá hetta er frá slógvi. Tað merkir, at tað er loyvt at framleiða okkurt, sum gevur slógv og gevur harvið loyvi til at hava eina og hvørja framleiðslu umborð, sigur skiparin á Norðborg.
Jón er tí sannførdur um, at myndugleikarnir einki hava at hanga seg í, hvat viðvíkur Christiani í Grótinum.
- Men, fyri ikki at gera seg sjálvar alt ov nógv til skammar, kravdu teir, at reiðaríið reisti eina trygd á umleið 200.000 krónur - og so kundu teir soleiðis sleppa burtur úr málinum við Christiani í Grótinum aftur, sigur Jón Rasmussen, sum um 13-tíðina í dag kom aftur av túri við verksmiðjuskipinum Norðborg.