Vit kunnu gera mun

Fyri at vekja ans millum føroysk børn fyri arbeiðinum hjá Amnesty International, skipar barnabólkurin hjá Amnesty International - Føroya Deild í heyst fyri teknikapping fyri skúlabørn í Føroyum


 

TEKNIKAPPING

Endamálið við teknikappingini, sum barnabólkurin hjá Amnesty International - Føroya Deild skipar fyri í heyst, er at gera vart við, at nógv børn úti í heimi hava vánalig kor, at eisini føroyingar hava skyldu til at rætta eina hjálpandi hond, og at vit veruliga kunnu gera ein mun. Tekningarnar skulu lýsa arbeiðið hjá Amnesty International og ella málbólkin hjá felagsskapinum, tað vil siga tey fólkini, sum Amnesty roynir at hjálpa.

Børnini kunnu tekna eina tekning, sum vísir hvussu tey ímynda sær illa stødd børn og vaksin úti í heimi hava tað og hvussu tey kunnu fáa hjálp. Øll børn í fjórða og til og við sjeynda flokk kunnu taka lut, og tríggjar tær bestu tekningarnar fáa virðisløn. Fyrsta virðisløn er eitt AIWA CSD-E100 radio, fløgu- og bandspælari frá Elding í SMS umframt bókina Heimsins lond frá Føroya Skúlabókagrunni. Onnur virðisløn er gávukort frá Schan í SMS umframt bókina Heimsins lond. Triðja virðisløn er umframt bókina Heimsins lond ein hugnatúrur í høvuðsstaðnum við pizza til fýra frá Pizzacafé Sjómansheiminum, bowling fyri fýra í Bowlingarhøllini á Hálsi og ríðitúrur fyri fýra hjá Berg-Hestum.

Ein dómsnevnd metir um listarligu dygdina á tekningunum og hvussu væl tær lýsa tað, sum Amnesty arbeiðir fyri. Tekningarnar verða sýndar fram á torginum í SMS í døgunum 12. til 17. nov., og har verða virðislønirnar handaðar. Tekningarnar skulu sendast Amnesty International - Føroya Deild, Tinghúsvegi 18, 100 Tórshavn. Navn, flokkur, bústaður og tlf. nummar skulu skrivast á baksíðuna á tekningini. Seinasta freist at senda inn er 8. oktober 2001.

Amnesty arbeiðir fyri at fáa londini kring heimin at virða mannarættindini. Felagsskapurin arbeiðir ímóti deyðarevsing, píning og aðrari ómenniskjansligari viðgerð. Barnabólkurin hjá Amnesty tekur sær serliga av barnarættindum. At vera barn ella ungur er nevniliga eingin forðing fyri at vera illa viðfarin - í summum førum tvørturímóti.