“Vit syngja jólini inn” í Kelduni

Eins og undanfarnu 18 árini, verða jólini aftur í ár sungin inn í Kelduni í Skálafirði tollaksmessukvøld - 23. desember klokkan 21.

Á skránni er nógvur felagssangur við kendum, góðum jólasangum. Kvøldið er eisini kryddað við nøkrum framførslum. Í ár verða tað Álvur F. Christiansen, Maibritt Kechtan, Oddbjørg og Helgi Abrahamsen og Lisa Frederiksberg, ið fara at føra fram.

 

Aftan á bjóðar Kafé Keldan øllum til drekkamunn og holukøkur.

 

Alt er ókeypis, og øll eru vælkomin.

 

Eins og undanfarin ár verður innsavnan - hesaferð til krígsrakt økir.

 

(Innsent tíðindaskriv)