Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og núverandi løgtingsmaður, sigur, at tey vóru 11 fólk heima hjá teimum á Teigi 6 jólaaftan. Borðreitt varð við dunnu og gás og øllum tí, sum hoyrir til.
- Tá døgurðin er etin jólaaftan, verða jólagávurnar býttar út og pakkaðar upp, og tá tað er gjørt, eta tey rísalamang og hava mandlugávu. Síðan dansa tey um jólatræið.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í dag - jóladag - fara tey til døgurða hjá vermóðir hansara.
- Eg keypi nakrar jólagávur sjálvur, kanska einar seks í tali.
Spurdur, um vánaliga veðrið hevur ávirkað jólini, heldur fyrrverandi løgmaður, at harðbalnað veðrið heldur hevur gjørt tað hugnaligt.
- Dreingirnir komu út úr kømrunum - holunum - tá streymurin fór tollaksmessukvøld. So, alt kann brúkast til okkurt positivt, eisini streymslit.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tey 2. jólakvøld fara at vitja í grannalagnum, og tað plagar at vera sera hugnaligt.