Vit vísa at vit eru føroyingar

Føroyingar innrætta seg uppá ein serstakan máta

At føroyska mentanin er serstøk sæst týðiliga aftur í heimunum hjá okkum føroyingum. Ein reyður tráður sæst aftur í mátanum, vit í høvuðsheitum innrætta okkum uppá.

 

Hetta staðfestir Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, sum er útbúgvin innanduraarkitektur. Hon hevur í fleiri ár ráðgivið og hjálpt privatfólki, fyritøkum og stovnum við at innrætta. Gunnbjørg kallar føroyska mátan at innrætta seg uppá fyri nationaltraditionellan.

 

 - Vit eru nokkso føroysk, tá tað kemur til at innrætta, og okkum dámar væl at vísa, at vit eru føroyingar, sigur Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir.

 

Siðbundin og tjóðskaparlig

Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir vísir á nøkur dømi, sum nógvir føroyingar brúka fyri at fáa tann føroyska samleikan inn í heimið.

 

- Okkum dámar væl seyðaskinn, bæði sum teppi og pútur. Fleiri okkara velja føroyskt grót fram um útlendskt grót, og hetta síggja vit eitt nú í klokkum. Vit binda við føroyskum tógvi,  og vit hava enntá myndir av seyði hangandi uppi á veggunum við einum blómukransi á heysinum, sigur hon.

 

Tað sama sæst aftur í málningunum í føroysku heimunum, sum í allar flestu førum eru gjørdir av føroyskum listafólkum.

 

- Málningarnir eru ofta av staðnum, vit eru uppvaksin í. Býrt tú í Hósvík, so keypir tú sjáldan ein málning av Mykinesi. Ein útlendingur er fyri so vítt líkaglaður, hvat motivið er – bara so leingi, málningurin er vakur, vísir Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir á.

 

Vit eru familjukær

Føroyingar eru ógvuliga familjukærir, og hetta sæst aftur í innrættingini hjá hópin av føroyingum. Tað er týpiskt føroyskt at hanga myndir upp av dópsbørnum, skúlabørnum, konfirmantum, brúdleypum og øðrum.

 

Samstundis hevur arvur nógv at siga í innrættingini. Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir hevur koyrt runt alt landið og innrættað fyri fólk, og hon hevur lagt merki til, at tað ofta er øgiliga ringt hjá fólki at skilja seg av við ting, sum tey hava arvað.

 

- Fyri summi kann tað gott vera ein sonn plága at koyra okkurt burtur, sum onkur annar í familjuni hevur átt – sjálvt um mann ikki dámar tað. Tað kunnu vera figurar, myndir ella møblar, sigur hon.

 

Júst hetta er tað, sum er sjarman við føroyingum og føroyska mentanararvinum í mun til vanar í øðrum londum, har sentimentala virðið kanska ikki verður raðfest líka høgt.

 


(Mynd: Faroe Sheep)