Vil vita hví vit ikki velja betri sjúkrahús enn tey donsku

Tingmaður vil vita, hví vit brúka donsk sjúkrahús til krabbaviðgerð, tá tey eru tey ringastu í Norðurlondum.

Tað er Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholds, er grein 52a fyrispurning um málið.

Hann spyr soleiðis:

1. Hvørjar upphæddir keypa vit árliga sjúkraviðgerð fyri uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk?

2. Hvørjar upphæddir brúka vit uppá ferðing og gisting í sambandi við sjúkraviðgerð uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk?

3. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið krabbameinssjúklingar til Danmarkar í viðgerð, tá hagtøl støðugt vísa, at yvirlivilsisratan í eitt nú Svøríki er munandi hægri?

4. Hvat hevði eykakostnaðurin (ella sparingin) verið, um krabbameinssjúklingar í staðin fyri á Ríkissjúkrahúsið vórðu sendir til Skånes Universitetssjukhus?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Erling Eidesgaard til innslag í Degi og Viku í síðstu viku, har vóru hagtøl á skíggjanum, ið vístu, at vit eru aftast í Norðurlondum, tá talan er um at vera á lívi fimm ár eftir, at krabbi er staðfestur.

– Hetta er ein syrgilig staðfesting og læknastjórin, Tummas í Garði, vissaði um, at arbeitt verður við at bøta um støðuna. Tað, sum loypur í eyguni er, at næstaftast, beint framman fyri okkum, er tað danska sjúkrahúsverkið. Og hagar velja vit, av øllum, at senda so gott sum allar okkara sjúklingar, sigur Erling Eidesgaard og heldur fram:

– Vit dúva í stóran mun uppá at keypa sjúkraviðgerðir uttanlands. Serliga, tá talan er um sjúkur, ið tað natúrliga eru fáir tilburðir av orsakað av lítla fólkatalinum. Vit keypa okkum atgongd til serfrøðingar við drúgvum royndum og sum dagliga viðgera nógvar sjúklingar við somu sjúku. Hóast tað er dýrt, trupult og langt at fara, so kann hendan støðan vera ein stórur fyrimunur, tí eru vit skilagóð og ikki ov vanabundin, so skuldi borið til at broderað seg til tær bestu viðgerðirnar í grannalondunum, sigur tingmaðurin.

Hann vísir á, at øll Norðurlond hava neyv hagtøl, og vit kunnu sostatt keypa tað besta av øllum hillum.

– Bestu krabbameinsúrslit hava sviar. Sambært Google Maps tekur tað 28 minuttir at koyra frá flogvøllinum í Kastrup til “Skånes Universitetssjukhus”, og tað tekur 26 minuttir at koyra til “Ríkissjúkrahúsið”. Neyvan er tað fyri at spara tveir minuttir, at vit velja at senda allar krabbasjúklingar til sjúkrahúsverkið við næstringastu hagtølunum í Norðurlondum, sigur Erling Eidesgaard.