Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, er deyður eftir langa sjúkralegu. Hann var landsstýrisformaður í Grønlandi frá 2002 til 2009.
Tað váttar formaðurin í flokkinum Naleraq, Pele Broberg, fyri grønlendska miðlinum Sermitsiaq.
Sambært Sermitsiaq doyði Enoksen eftir drúgva sjúkralegu. Hann hevur eftir seg konu, børn, abbabørn og langabbabørn.
Hans Enoksen var formaður í grønlendska landsstýrinum fyri flokkin Siumut árini 2002 til 2009.
Eftir tap á valinum í 2009 fyri flokkinum Inuit Ataqatigiit (IA) legði Enoksen frá sær sum formaður í flokkinum.
- Eyðkennið hjá Hans Enoksen var nærleiki hansara til fólk og hansara evni at skapa samband og forstáilisi millum fólkið, skrivar formaðurin í Siumut Aleqa Hammond í einum minningarorðum.
- Hansara átøk eru framvegis sjónlig - bæði í Siumut og um alt Grønland. Hann legði eftir seg ein arv, sum framhaldandi fer at koma komandi ættarliðum til góðar, og hann styrkti okkum sum fólk í okkara trúgv á sjálvstýri og í okkara vilja at standa sterkari saman.
Í 2014 tók hann seg heilt úr flokkinum og stovnaði seinni sama ár Naleraq.
Hansara høvuðsmál vóru at stuðla niðursetubygdum og útjaðaraøkjum og at tryggja betri viðurskifti við fiskimenn og fangamenn.
Harumframt stendur Naleraq eisini fyri skjótum sjálvstýri fyri Grønland.
Á valinum til grønlendska tjóðartingið, Inatsisartut, í 2014 varð Naleraq valt á ting við trimum umboðum av teimum 31 sessunum hjá landstinginum.
Í 2022 legði Hans Enoksen frá sær sum floksformaður í Naleraq av persónligum ávum. Í dag er Pele Broberg formaður í flokkinum.
Formaðurin í grønlendska landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen skrivar í einum uppslagi á Facebook, at Hans Enoksen var ein leiðari við hjartanum á rætta staðnum.
- Alt lívið var hann ein sterkur og treiskur meistari í tí Grønlandi, sum hann elskaði.
- Vit standa í dag við einum stórum missi. Grønland hevur mist eina av sínum mest eyðkendu røddum, og vit hava mist ein persón, sum brendi fyri sínum landi og sínum fólki, skrivar hann.
Politiska yrkisleiðin hjá Hans Enoksen byrjaði langt afturi í 1987, tá hann gjørdist bygdaráðslimur í føðibygdini, Itilleq, í Suðurvesturgrønlandi. Tá var Enoksen 30 ára gamal, og hann endaði sum formaður í landsfelagnum fyri bygdafeløg.
Hann varð fyrstu ferð valdur í Inatsisartut í 1995, har hann gjørdist kendur sum ein greið og prinsipiell rødd.
Í nýggjársrøðuni í 2008 boðaði hann frá, at atkvøðugreiðsla fór at verða um innføring av sjálvstýri, sum yvirhøvur var fyri og samtykt sama árið. Hann stuðlaði eisini teimum stóru kommununum, sum fingu stór ábyrgdarøki frá Sjálvstýrinum.
Hann endaði sína politisku yrkisleið við at vera landstingsformaður frá 2018 til 2022.
/Ritzau/
Nakrar myndir av Hans Enoksen á vitja í Føroyum
##med2##
##med3##
##med4##