Tað er skilagott at endurskoða Hoyvíkssáttmálan. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hoyvíkssáttmálin sum er ein handilssáttmáli ímillum Føroyar og Ísland, hevur nú 10 ár á baki og løgmaður heldur, at eftirmetingin skal avgera, um tørvur er at broyta hann. Hann hevur ofta verið fyri atfinningum í Føroyum, tí mangan verður sagt, at hann er til nógv størri fyrimun fyri íslendingar, enn hann er fyri okkum og tað ofta er torført at fáa føroyskar vørur á íslendska marknaðin.
Tí hevur Bjarni Djurholm, tingmaður, spurt løgmann, hvat hann ætlar at gera við støðuna. Og løgmaður svarar, at nú sáttmálin er 10 ár, er eitt gott høvi at eftirmeta hann.
|