Vitavørðurin á Skopulus: Eingin onnur verð er til

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 6. mars, frumsýnir Gríma leikin "Vitavørðurin" . Hetta er varði í føroyskari sjónleikasøgu. Leikurin er nýskrivaður føroyskur leikur og er fyrsta stóra uppseting hjá Grímu í egnum hølum á Meiarínum

Í annaðkvøld sýnir leikbólkurin Gríma nýskrivaða føroyska leikin "Vitavørðurin" eftir Rakel Helmsdal. Samstundis er hetta fyrsta stóra uppsetingin hjá Grímu í hølunum á Meiarínum.

Langt er ímillum føroysku upprunaleikirnar. Sagt verður eisini í leikskránni, at ikki er víst, at góður rithøvundur dugir at skriva sjónleik. Men til ber at læra seg tann serstaka teknikk, ið krevst at fáa "orðið" at at rigga á palli. Gríma ynskir Rakul tillukku við leikinum og vónar samstundis, at hon hevur fingið blóð uppá tonnina.

Gríma hevur ongantíð dult, at ov langt er ímillim føroysku leikirnar. Og í skránni eggja tey føroyskum høvundum til at skriva sjónleikir.

Tá leikararnir fóru undir leikin, hevði høvundurin ikki slept penninum. Seinasta spurtin gjørdu høvundur, leikarar, dramaturgur og leikstjóri í felag.

Tí fegnast tey í Grímu um at bjóða til nýggjan føroyskan leik. Hetta er eitt av aðal málinum hjá leikbólkinum.



Vitavørðurin

Á sera hugtakandi pallinum hitta vit vitavørðin. Hann er vaksin upp har, hevur altíð verið har. Hann ger sítt arbeiði til lítar og av handahógvi. Vitin er hansara heim, arbeiðspláss og lív - eingin onnur verð er til.

Á oynna Skopulus eru, umframt vitavørðin, sett kona hansara, dóttir teirra og tveir serfrøðingar.

Vitavørðurin veit, tá okkurt er galið við vitanum. Hann veit eisini, hvat skal gerast og tí skal meira enn tveir serfrøðingar og vísindalig prógv, til at sannføra hann um, at okkurt bagir vitanum.

Han kennir sín vita, sigur hann; "Um okkurt bagir honum, so veit eg tað. Eg kenni tað á mínum kroppi".

Ilt er at fáa vitavørðin John Evah at skilja, at vitin skal automatiserast og at brúk ikki er fyri vitavørði longur.

Hvussu gongur, fær ein at vita við at vitja innar í vitan á Meiarínum.


Góð pallmynd

Hópurin av fólki hevur gjørt sítt til, at leikurin nú er klárur at seta á pall. Edward Fuglø hevur gjørt pallmyndina, ið óivað telist millum bestu pallmyndir nakrantíð í Føroyum. Hann hevur eisini gjørt búnar og skrá.

Súsanna Tórgarð hevur leikstjórnað. Hjálparleikstjóri er Katarina Nolsøe. Rakel Helmsdal hevur skrivað og tikið sær av dramaturgi hava Súsanna Tórgarð, Jón Thorsteinsson og Egi Dam.

Leikarar eru Høgni Johansen, Ria Tórgarð, Kristina Hansen, Nicolaj Falck og Egi Dam.

Elsa Johanna Høgenni er framleiðslustjóri. Umframt hesi hevur hópurin av fólki hjálpt til við tí praktiska.






Rakel Helmsdal



Øðrvísi at skriva leik


Rakel Helmsdal metir iki, at tað er so ringt at skriva leik. Hon er von við tað, tí hon hevur fingist nógv við tað í undirvísingarvirksemi sínum í kvøldskúlanum.

Hon viðgongur tó, at tað er nakað heilt annað, enn at skriva eina skaldsøgu t.d.

Tað eru onnur ting, ið skulu til. Ein skal ikki lýsa nakað uttan um. Bert skriva samrøðuna og harvið fáa fólk, leikarar, leikstjóra at skilja alt. Huglagið.

Hetta er krevjandi, tí sum høvundur hevur ein hug at lýsa alt ov nógv uttanum. Koma við myndamáli. Skapa huglag við myndum av náttúru og veðri. Hesum skal ein vara seg fyri.


Hon metir, at leikararnir og leikstjóri eru komnir einastandandi væl frá at seta leikin upp.

Og pallmyndina hjá Edwardi Fufglø hevur hon bert rósandi orð um.

- Hon er júst, sum eg hevði hugsað mær. Har hevur hann rakt ótrúliga væl, sigur Rakel Helmsdal.

Hon nevnir, at Edward eisini hevur teknað til onkra bók hjá henni og at tað sama hevur verið galdandi har.

Rakel sigur, at hugskotið til leikin bara kom. Og at júst hetta hugskot ikki hevði hóskað so væl til eina bók ella skaldsøgu.

_ Leikurin snýr seg um, hvat hendir, tá fólk verða tikin úr dagliga umhvørvinum. Verða sett í aðrar óvanligar støður. Tá alt teirra lív verður vent á høvdið. Hvusuu reagerar ein persónur tá, sigur Rakel Helmsdal, ið sigur, at hennara skaldskapur ofta hevur hetta sum tema.







Nicolaj Falck:


Tað gongur skjótari við yrkisleikarum



Nicolaj falck var unglingin, ið Gríma valdi út, tá skipað varð fyri upptøkuroynd. Hetta var fyrsta upptøkuroynd nakrantíð í føroyskari sjónleikasøgu.

Hnn er annar serfrøðingurin.

Og Nicolaj hevur roynt áhugaleik áður, men hann sigur, at tað er munur á at leika saman við yrkisleikarum.

- Yrkisleikur er arbeiði. Tað er um dagin, ið arbeiðið fer fram. Ikki í frítíðini ella á kvøldi, sigur Nicolaj, ið ikki avvísir, at tá ein dagliga venur ein leilut, solivir ein seg meira inní leiklutin.

Hann sigur, at tað gongur nógv skjótari fyri seg saman við yrkisleikarum. Í yrkisleiki eru øðrvísi umstøður. Ein hevur ikki annað at hugsa um og hinir leikararnir minnast alt rættiliga skjott, so tað ger, at ein setir størri krøv til sín sjálvs.