Vitjan á Saab bilasavninum í Trollhättan

Samanlíknað við aðrar bilverksmiðjur er Saab ikki nøkur gomul fyritøka. Svenska Aeroplan Aktiebolaget, ið bleiv stytt til Saab, varð stovnað í 1937 í Trollhättan. Teir framleiddu flogfør, og tá eftirspurningurin eftir flogførum minkaði nógv, eftir seinna heimsbardaga, løgdu teir ætlanir um eisini at framleiða bilar


 

BILAR

Magnus Gunnarsson

?????????????????????



Avgerðin um at framleiða ein lítlan, bíligan og haldgóðan bil bleiv tikin í 1945, og í 1946 var prototypan, Saab 92001, veruleiki. Árið eftir blivu tríggir næstan eins bilar gjørdir, tó við smærri i broytingum. Í desember 1949 byrjar framleiðslan av álvara, tá Saab 92 við 2 syl. 2-takt motori, verða settir í framleiðslu. Fyrsta árið vórðu framleiddir 1.246 bilar, sum allir vóru grønir. Í 1955 kemur Saab 93 við 3 syl. 2-takt motori við 33 hk, og í 1960 kemur Saab 96 við 38 hk. Saab 95 og 96 fáa í 1967 ein Ford V4 motor við 65 hk.

Genaral Motors eigur Saab

Ein heilt nýggjur Saab 99 kemur á marknaðin í 1968 við 1.7 litur motori frá ensku Triumph bilaveksmiðjuni. Í 1978 kemur Saab 900, ið var ein Saab 99 við longri aksulfrástøðu. Saab komu við luksus bilinum, Saab 9000, í 1984. Í 1989 keyptu General Motors helmingin av partabrøvunum í fyritøkuni, Saab Automoblies AB.

Ein heilt nýggjur Saab 900 við Opel Vectra undirvogni kom á marknaðin í 1994. Í dag eitur tann bilurin Saab 9-3 meðan tann størri eitur Saab 9-5. Nú er tað General Motors sum eigur Saab.

Ganga undan við trygd

Svensku bilarnir hava altíð gingið undan viðvíkjandi aktivari og passivari trygd í bilunum. Saab vóru til dømis fyrstir við diogonalt deildari 2-kreds bremsuskipan, langt áðrenn tað var vanligt í øðrum bilum. Eisini hava svenskarar verið fyrstir við rullutrygdarbeltum, varma í setrunum, trygdar loftbetrekki, viskarum á lyktunum, trygdarbjálkar inni í hurðunum, varmatráðir í bakrútinum og koyriljós.