Vóru fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Ein vánaligur fyrri hálvleikur kostaði dýrt hjá Dánjali Ragnarssyni, Janusi Dam Djurhuus og liðfeløgunum í ÍBV

Føroyingaliðið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum, ÍBV var fyri fyrsta tapinum seint seinnapartin ígjár.

 

ÍBV tapti á útivølli 26-31 fyri Afturelding. 

 

Ein vánaligur fyrri hálvleikur kostaði ÍBV dýrt. Afturelding var greitt á odda 18-11 í steðginum. 

 

Dánjal Ragnarsson skoraði trý mál, og Janus Dam Djurhuus skoraði tvey mál fyri ÍBV.

 

Sunnudagin 30. oktober tekur ÍBV móti FH á heimavølli úti á Heimey.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Valur7601225:18712
2Fram7331203:1989
3ÍBV6321214:1778
4Afturelding6312162:1557
5Selfoss6312180:1747
6Stjarnan6222169:1716
7FH6222163:1696
8Haukar6213164:1635
9Grótta6213168:1645
10KA6213167:1745
11ÍR6204166:2104
12Hörður6006171:2100