Ikki kann sigast annað, enn at føroyska liðið var vaknað, tá tær klokkan níggju í morgun spældu fyrsta dystin í Liktenstein ímóti vertunum. So, um tær fingu armarnar niður í gjár, tá tær taptu ímóti Luksemborg 3-1, so eru armarnir komnir upp aftur í morgun!
Liktenstein fekk ikki eitt bein til jørðina, og føroysku U19 kvinnunar vunnu greitt øll settini: 25-15, 25-10 og 25-14.
Liðið liggur nú á 2. plassi við 6 stigum við sigrum á Skotlandi og Liktenstein. Seinni í dag ella nærri ásett klokkan 15.00 skulu Føroyar spæla seinasta dystin í kappingini – hesin er ímóti Wales, sum higartil einki sett hevur vunnið í kappingini.
Ein annar avgerandi dystur verður eisini spældur klokkan 12.00, tá Luxemborg og Skotland møtast – hesin kann eisini verða avgerandi fyri hvat nummar Føroyar enda, um t.d. Skotland vinnur henda dystin. Fylgjast kann við hesum dystinum á www.fbf.fo.
Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið. Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Flogbóltsamband Føroya – www.fbf.fo, har dysturin eisini verður stroymaður.
Á føroyska liðnum eru:
Úr Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar
Úr Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen
Úr TB:
Sára Maria Johansen
Úr KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen
Úr SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen
Føroysku venjararnir eru: Romica Øster og Jákup Villiam Sivertsen