Óvusligasta álopið í tvey ár

Álopið í høvuðsstaðnum í Somalia, Mogadishu, vísir, at stjórnin enn stríðist við at fáa tamarhald við trygdini í landinum.

Álopið í høvuðsstaðnum í Somalia, Mogadishu, er tað ógvusligast við størsta tali av deyðum í krígsherjaða landinum seinastu tvey árini, sigur danski sendiharrin í landinum, Metta Knudsen.

Minst 79 eru deyð og yvir 100 eru særd.

Álop av hesi støddini og við so nógvum deyðum og særdum, sum var í gjár, eru tíbetur ikki so ofta, sigur hon.

– Tað seinasta rættiliga stóra álopið var á heysti í 2017, tá fleiri hundrað fólk doyðu í einum líknandi álopi.

Ta ferðina doyðu yvir 500 fólk, tá ein lastbilur varð sprongdur í luftina.

Hesi ógvusligu álop henda í einum landi, har tey eru von við krígsatgerðir.

– Tað broytir helst ikki tað stóra. Men tað er eitt tekin um, at stjórnin hevur trupulleikar við at fáa tamarhald á sjálvum Mogadishu, heldur Mette Knudsen.

Eingin hevur sambært tíðindastovuni Reuters átikið sær ábyrgdina av álopinum í gjár. Sambær sendikvinnuni hevur tað fyrr verið greitt, hvør hevur staðið aftan fyri álopini.

– Álop í hesi støddini, har so nógv doyggja, verða vanliga framd av yvirgangsfelagsskapinum al-Shaabab, sigur ho.

Hon greiðir frá, at landið vanliga hevur nógv stríð millum klanar og aðrar partar. Men størri álop ímóti stjórnini og høvuðsstaðnum, Mogadishy, eru tað higartil bara al-Shaabab, sum hevur megna at framt.

Jihadistiska al-Shaabab hevur vígt sín stuðul til altjóða islamistiska felagsskapin al-Qaeda.

Tey hava ikki longur tamarhald á pørtum av Mogadishu, men hava sambært Reuters valdið á øðrum pørtum av landinum, har ikki so nógv fólk búgva, haðani tey føra geriljakríggj ímóti stjórnini í Somalia.

 

/ritzau/