VVF-Cup: Venjarakappingin í nýggjum hami

Venjarakappingin í fótbólti er í nýggjum hami hesaferð. Fyrsta umfar verður um vikuskiftið

Eftir nøkur ár við misjavnari undirtøku, so hevur árliga venjarakappingini hjá Venjarafelagnum fingið nýtt lív. Nú verður spælt yvir seks vikuskifti, har liðini spæla fullan dyst hvørja ferð. Hetta hevur fleiri fyrimunir og feløgini tykjast taka væl ímóti.

 

Seinnu árini hevur kappingin verið spæld í Gundadali yvir eitt vikuskiftið – ella enntá yvir ein dag. Her hava dystirnir verið stuttir og dagurin langur. Hetta hevur ikki dámt øllum, har onkur lið hava valt kappingina frá.

 

Nú verður hon umskipað, so at spæla verður yvir seks vikuskiftir, har allir dystirnir eru í fullari longd. Hartil verða góðkendir dómarar og tí líkist venjarakappingini í ár meiri eini vetrarkapping, sum vit kenna úr eitt nú Íslandi.

 

Fyrsta umfar verður um vikuskiftið. Fýra dystir verða leygardagin, meðan ein dystur verður sunnudagin.

 

VVF-Cup 1. umfar:

Leygardagin:

HB – ÍF (11.00)

AB – NSÍ (13.00)

KÍ – Skála (13.00)

Víkingur – TB (13.00)

 

Sunnudagin:

B36 – EB/Streymur (13.00)