Wales sá reytt – fagnaður í Iran

HM 2022: Hesa ferð sungu iransku spælararnir við til tjóðsangin

Mynd: (Scanpix) Wayne Hennessey verður útvístur

Iran vann fyrrapartin 2-0 á Wales í øðrum umfari í bólki B. Tað var dramatikkur til tað seinasta, tá Wales first fekk málverjan útvístan, og í yvirtíðini skoraði Iran tvær ferðir til stóra gleði fyri iransku viðhaldfólkini og spælararnar.

 

Tað gekk javnt á í dystinum. Iran skuldi reisa seg eftir at hava tapt 6-2 móti Onglandi, meðan Wales spældi javnleik móti USA. Iran var omaná og rakti millum annað stengurnar tvær ferðir í sama álopi.

 

Leingi sá út til, at fimta nullloysnin var á veg, men so kom Wayne Hennessey brestandi úr málinum og rendi í iranskan áleypara. Hann fekk fyrst gult kort, men tað var klárt fyri øllum at talan var um eitt reytt kort. Tað bleiv eisini staðfest eftir ein túr til VAR-skermin.

 

Nú var ein javnleikur mest sum ein sigur fyri Wales, men í yvirtíðini skoraði innskifti Roozbeh Cheshmi við góðum skoti uttanfyri brotsteigin. Wales tveitti alt fram og tað kostaði í mótálopi, har Ramin Rezaeian setti bóltin í málið til 2-0.

 

Wales verður standandi á einum stigi, meðan Iran hevur trý. Í kvøld møtast Onglandi og USA.

 

##med2##

 

Wales – Iran 0-2 (0-0)

 

Wales (3-5-2): Hennessey; Mepham, Rodon, Davies; Roberts (Johnson 57), Ramsey (Ramsey 87), Ampadu (Allen 77), Wilson (James 58), Williams; Bale (c), Moore

 

Venjari: Robert Page

 

Gul : Rodon

 

Reytt kort: Hennessey 86

 

Iran (4-4-1-1): H. Hosseini; Rezaeian, M. Hosseini, Pouraliganji, Mohammadi; Gholizadeh (Jahanbakhsh 77), Afagh, Nourollahi (Cheshmi 78), Hajsafi (Torabi 77); Taremi, Azmoun (Ansarifard 68)

 

Venjari: Carlos Queiroz

 

Mál: Cheshmi 90+8; Rezaeian 90+11

 

Gul kort: Rezaeian, Jahanbakhsh

 

Dómari: Mario Escobar (Guatemala)

 

Mynd: (Scanpix) Wayne Hennessey verður útvístur

Mynd: (Scanpix) Gleði var til at fáa eyga á hjá iransku spælarunum