Wes Anderson í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin

Mikudagin sýnir Filmsfelagið hin seinasta filmin fyri summarsteðgin. Tað er hin nýggjasti hjá fleirfalt virðislønta amerikanska leikstjóranum, Wes Anderson.

 

Frá Filmsfelagnum:

 

Filmurin varð frumsýndur í Cannes, har hann var við í høvuðskappingini undir heitinum “The Phoenician Scheme”.

 

Eins og undanfarnu filmar Andersons er hann ein sniðfundig søga, hesuferð um njósnarar og um faðir og dóttir, sum í eini familjufyritøku ikki duga so væl at starva saman.

 

Filmaða søgan snarar um svik og at svíkja, og um torførar moralskar avgerðir.

 

Wes Anderson hevur í hesum nýggjasta filmi, “The Phoenician Scheme”, fingið eina at síggja til endaleysa røð av stjørnum at glampa og bleiktra, so sum Tom Hanks, Scarlett Johansson, Bill Murray, Bryan Cranston, Benedict Cumberbatch og Benicio Del Toro, ið hevur greiða og avgerandi høvuðsleiklutin.

 

Undan filmstevnuni í Cannes, søgdu ummælarar, at ”The Phoenician Scheme” er ársins filmiska biografhending við øllum teim stjørnum, hesin sermerkti leikstjóri nú rullar út fyri okkum á hvíta løriftinum.

 

Eftir summarsteðgin byrjar Filmsfelagið aftur mikudagin hin 27. august kl 20:00 við nýggja amerikanska Broadwayfilminum, ”The Great Lillian Hall”, eftir Michael Cristofer.

 

Filmsfelagið 4/6 kl 20:00 The Phoenician Scheme (Wes Anderson Týskland USA 2025)