WHO: Sjey milliónir doyggja av luftdákling hvørt ár

Í fátøkum londum doyggja nógv fólk á hvørjum ári av innandura matgerað, vísir nýggj kanning.

 

Men kring heimin doyggja hvørt ár um sjey milliónir fólk árliga av vánaligari luftgóðsku, sigur Heimsheilsufelagsskapurin WHO.

 

Ein nýggj umfatandi kanning, sum felagsskapurin hevur latið gjørt, vísir, at 90 prosent av heimsins fólki anda í seg dálkaða luft.

 

– Luftdálking er ein hóttan ímóti okkum øllum, men tað eru tey fátækastu, sum verða rakt harðast, sigur stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

 

Luftdálkingin er orsøk til eitt nú hjartatilburðir, hjartasjúkur, lungnakrabba og lungnabruna.

 

Luftdálkingin er ringast í stórbýum, men hon er ofta verri enn hildið verður á bygd eisini.

 

Í triðja heiminum gerast nógv eisini sjúk av sóti og partiklum frá matgerð innandura, har tey eitt nú brúka trækol. Hetta slag av luftdálking førir árliga til, at 3,8 milliónir fólk doyggja.

 

– Tað kann ikki góðtakast, at yvir tríggjar milliardir menniskju – fyri tað mesta kvinnur og børn – enn anda drepandi royk í seg hvønn dag frá dálkandi ovnum og dálking av brenni, sigur Ghebreyesus.

 

Fleiri enn 90 prosent av teimum andlátum, sum verða sett í samband við luftdálking, henda í lag- og miðalinntøkulondum, sigur WHO.

 

– Tað eru stórir trupulleikar, sum hesi londini hava at dragast við, sigur Maria Neira, sum er leiðari á deildini hjá WHO fyri almennari heilsu og umhvørvi.

 

Í kanningini av dálkingini hevur serliga verið kannað fyri vandamiklar partiklar við einum tvørmáti upp á 2,5 og 10 mikrometrar

 

/ritzau/AFP