Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, spældi seg í morgun lættliga víðari til triðja umfar av stóru kappingini Australian Open. Wozniacki, sum í løtuni liggur nummar fýra á heimsstyrkilistanum, vann í fyrsta umfari móti kanadisku Aleksandru Wozniak, sum hon annars onkuntíð hevur havt trupulleikar við. Úralitið var 6-4, 6-2. Í morgun møtti hon so týsku Juliu Görges, ið liggur nummar 78 á styrkislistanum, men er kend fyri eina sera góða servu. Í fyrsta dysti sínum við Australian Open sló hon 12 servu-ess. Men tað gjørdist ongantíð nakar ivi um, hvar sigurin fór. Caroline Wozniacki vann trygt 6-3, 6-1 og skal nú í triðja umfari møta ísraelsku Shahar Peer.