Yann Tiersen og Orka halda fram við samstarvinum

Júst heimkomin úr Rennes í Fraklandi á festivalinum Transmusicales spælir ORKA í kvøld á Amnestytiltakinum 10. desember í Norðurlandahúsinum. Á konsertunum í Rennes luttók heimskendi franski tónleikarin Yann Tiersen saman við ORKU, og samstarvið var so gott, at Yann ynskti at fara við til Føroya at framføra saman aftur á føroyskum palli.

 

Møguleiki er fyri framhaldandi samstarvi, sum kann skapa sera stórar møguleikar, ikki minst í Fraklandi framyvir.

 

TUTL gav út fløguna Livandi Oyða í 2007, og nú í januar gevur forlagið Ici d´Ailleurs fløguna út í Fraklandi í samstarvi við TUTL og ORKU. TUTL er sera fegið um viðgongdina hjá bólkinum, og sær fram til konsertina við ORKU og Yann Tiersen í kvøld. Konsertin er partur av Amnestytiltakinum.

 

Sí:

www.yanntiersen.com