Á bíbliuskúla
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
- Fólk halda ofta, at tey, sum fara á bíbliuskúla, eru sera andalig og kanska eisini keðilig. Men í veruleikanum eru fólkini á skúlanum púra vanlig fólk við vanligum feilum. Vit ynskja bara at koma at kenna Gud betur.
Hetta sigur Sámal Mikkelsen, sum í løtuni gongur á einum bíbliuskúla í Skotlandi.
Ikki góður nokk
- Tankin um at fara á bíbliuskúla kom fyrstu ferð til mín, tá eg gjørdist liðugur við FHS, og skuldi finna útav, hvat eg vildi við framtíðini. Men eg helt ikki, at eg var góður nokk til at fara avstað, so eg valdi heldur at fara undir HH, greiður Sámal frá.
Men tankin um bíbliuskúlan helt ikki uppat at spøkja, sjálvt um Sámal gekk í skúla á Kambsdali.
- Fleiri fólk spurdu meg, um eg ikki hevði hug at fara uttanlands á bíbliuskúla. Onnur søgdu, at eg burdi farið avstað, tí hetta hevði verið akkurát nakað fyri meg, sigur Sámal.
- Eg havi altíð havt eitt ynski um at tæna Gudi, og vildi eisini fáa at vita, hvat Gud ynskti við mær. Harafturat hevði eg eina tráan eftir at koma at kenna Bíbliuna betur, so til endans valdi eg bara at fara avstað, fortelur Sámal við einum smíli.
Og 24. septembur í 2001 byrjaði hann so á Tilsley College í Motherwell, sum liggur í Skotlandi.
Hetta er ein skúli, sum er partur av felagsskapinum GLO, og er hann bara ein av fleiri bíbliuskúlum kring allan heimin, sum GLO eigur og rekur.
Sum ein familja
Tilsley College er ein lítil skúli við einans 13 næmingum, sum allir búgva á skúlanum.
- Á skúlanum eru vit saman alla tíðina. Ein kann næstan siga, at vit eru sum ein stór familja, sigur Sámal.
- Vit eru sera ymisk og koma frá ymsum londum, men hóast tað, so trívast vit óføra væl saman. Men tó, onkuntíð noyðist ein at bíta seg sjálvan í tunguna. Tað er ein noyddur til, tá vit liva so tætt saman, sum vit gera á skúlanum.
Hvønn morgun klokkan 09.00 byrja tey dagin við eini felags andakt, og síðani fylgja 4 tímar við undirvísing. Eftir undirvísingina hava næmingarnarnir frí til nátturðatíð, og kvøldini fara við ymiskum praktiskum uppgávum, sum allir næmingarnir skulu ígjøgnum.
- Hetta kann vera alt frá at vaska inni í skúlanum til at fara út á gøturnar at evangelisera, greiðir Sámal frá.
Gav heimleysum mat
Sjálvur skuldi Sámal eina tíð til Glasgow hvørt hóskvøld. Her skuldi hann standa úti á gøtuni og geva heimleysum at eta.
- Hesi kvøld broyttu mítt perspektiv uppá nógv ting. Eg sá eina skroypiligheit, sum eg aldrin kundi ímyndað mær at sæð í Føroyum, og allastaðni valdaði eitt stórt vónloysi. Hesi fólk liva á markinum millum lív og deyða, og hvørt kvøld var onkur fallin frá, sum annars plagdi at møta upp, fortelur Sámal.
- Hetta var øgiliga torført at byrja við, men sum tíðin leið, gjørdist sambandið millum okkum tættari. Eg upplivdi eisini, hvussu nógv tað hevði at siga fyri tey, at vit komu við mati. Tey hava einki annað, og tí hevði hetta alstóran týdning fyri tey, greiður Sámal frá.
Eftir hetta hava Sámal og tveir aðrir á skúlanum ofta tosa um, hvørt tað er rætt ella skeivt at geva heimleysum á gøtuni pengar.
- Vit vita øll, at ofta fara hesir pengar heldur til rúsevni enn mat, og tí ger man teimum eina bjarnatænastu.
So tann eina dagin keyptu Sámal og hinir eina rúgvu av mars-barrum, sum teir síðani fóru út og góvu teim heimleysu.
- Hetta virkar kanska tápuligt, men ein mars-barr inniheldur eina rúgvu av orku, og tey heimleysu vóru sera fegin um at fáa hetta, sigur Sámal.
- Men ístaðin fyri mars-barrina hava vit ætlanir um at gera eina rúgvu av matpakkum, sum innihalda okkurt heilsugott, og so býta teir út á gøtuni. Eg veit, at tey heimleysu høvdu sett prís uppá hetta, og eg gleði meg til at fara í gongd, greiður Sámal frá.
Í fótasporum Sloan?s
Næmingarnarnir á skúlanum verða í skúlatíðini settir til ymsar samkomur, og gerst hendan samkoma teirra heimasamkoma í lestrartíðini.
Hjá Sámali gjørdist hetta ein heilt serlig uppliving. Roman Road Hall, samkoman, sum hann varð settur til, er nevniliga samkoman, har stóri trúboðarin William Gibson Sloan kom frá.
- Eg haldi, at Sloan var tann fyrsti útlenski trúbóðarin í Føroyum, og hann var eisini við til at stovna Brøðrasamkomuna her heima, sigur Sámal, sum sjálvur alt sítt lív hevur hoyrt til Brøðrasamkomuna í Klaksvík.
- Hóast tað eru yvir 100 ár síðani, at Sloan var í Føroyum, so hava Føroyar enn ein heilt serligan týdning í samkomuni í Skotlandi. Á vegginum hava tey eitt stórt Føroyakort hangandi, so eg kenni meg næstan sum heima har, smílist Sámal.
Skal vitja trúðarapar
Tann 7. apríl fór Sámal til Danmarkar, har hann skal vitja trúboðaraparið Valdemar og Ruth Lútzen. Valdemar er úr Havn, og saman við konuni arbeiðir hann fyri GLO í Keypmannahavn.
Her skal Sámal steðga í ein mánaða, áðrenn leiðin aftur gongur til Skotlands.
- Eg veit ikki enn, akkurát hvat eg skal gera í Danmark. Men eg eri sera spentur at fara avstað og síggja, hvussu trúboðarayrkið er í dagligdegnum. Ein hoyrir jú nógv um trúboðarar, men tað er torført at ímynda sær, hvussu teirra dagligdagur er, sigur Sámal
- Eg veit, at Valdemar og Ruth onkuntíð eru á Strøgnum, har tey seta eitt borð upp, og so sita tey og práta avslappað við fólk, sum koma framvið. Danir eru jú eitt sera prátingarsamt fólkaslag, sum fegin vilja práta um alt millum himmal og jørð, so hetta verður óivað spennandi at sleppa at royna, sigur Sámal.
Annars heldur Sámal, at kristindómurin skal prógvast í dagligdegnum.
- Tað er altíð lætt at vera ein teoretiskur trúgvandi, men verri er at skula vísa tað fyri sínum medmenniskjum hvønn dag. Tað nyttar einki bert at tosa, ein má liva gjøgnum trúnna, og tað kann til tíðir vera lætt at gloyma. Sjálvt um eg royni at gera mítt besta, so geri eg feilir hvønn dag, sigur Sámal.
Leingist heim
Hóast Sámal trívist óføra væl í Skotlandi, so slepst ikki undan, at hann til tíðir leingist heim aftur á klettarnar.
Men tá hann kemur aftur úr Danmark, er bert ein mánaði eftir á bíbliuskúlanum.
- Eg gleði meg til at koma aftur til familjuna, og ikki minst til tann føroyaska matin, sum eg sakni ótrúliga nógv, smílist hann.
- Eg trívist best í Føroyum, men tó ynski eg at vera opin fyri møguleikanum at fara aðrastaðni at virka í Guds tænastu. Sum er, liggur tað mær tó nærmast í virka fyri Honum í Føroyum, men tað kann jú altíð broytast, sigur Sámal.
Hann leggur afturat, at tíðin á bíbliuskúlanum persónliga hevur givið honum nógv.
- Eg eri komin nærri Gudi nú, og sambandið millum okkum er vorðið meir náttúrligt. Eisini er tað blivið meir spennandi og livandi at lesa Bíbliuna. Eg havi fingið eina rúgvu av amboðum, sum eg kann brúka í míni tænastu fyri Gudi, og tað er jú altíð gott.
Tó veit Sámal ikki enn, hvussu framtíðin hjá honum fer at síggja út. Men at framtíðin liggur í Guds hondum, tað ivast hann onga løtu í.
- Eg ivist onga løtu í, at Hann veit, hvar eg best kann virka fyri Honum. Tað einasta, eg kann gera, er at vera tilreiðar at fylgja Honum, hvar hann so sendir meg, sigur Sámal at enda.