Tað eru longu liðin fleiri ár síðani, at kirkjuráðið í Kollafirði sendi umsókn inn um grundøki til eina nýggju kirkju. Enn er økið ikki fingið til vega.
Ikki tí, - kirkjuráðið hevur ynski um eitt ávíst øki, ið liggur mitt í bygdini og heldur ikki so langt frá kirkjugarðinum við Sjógv.
- Okkara ynski er, at kirkjan liggur í nánd av miðstaðarøkinum í bygdini - helst ikki longri enn ein kilometur hagani, sigur Anfinn Dam, formaður í kirkjuráðnum við Portalin.
Fyrrenn tey fáa ávíst eitt øki, kann ein ikki rættiliga byrja at savna inn pening til ætlanina. Tað er tó lítil ivi um, at kirkjuráðið ynskir eina skjóta loysn á málinum.
- Vit ynskja eina kirkju, har vit kunnu hýsa einum kirkjuligum arbeiði - tað vil siga hámessuni, men eisini øðrum kirkjuligum tiltøkum, greiðir hann frá.
Støðan er hon, at kirkjan liggur í nánd av høvuðsvegi við nógvari ferðslu, eins og illa er atkomandi við størri kistum í kirkjuna.
Sum skilst, eigur kirkjuráðið pening fyri grundøki. Men tað fara helst at ganga nøkur ár, fyrrenn kollfirðingar sleppa í eina nýggju kirkju.
Menn byrjaðu annars at byggja Kollfjarðar kirkju í august mánaði 1837 og longu 18. november sama ár stóð hon liðug.
(Mynd: Anfinn Dam, formaður og hini í kirkjuráðnum ynskja nýggja kirkju í Kollafirði (Mynd: folkakirkjan.fo))