Klaksvík: Ein partur av arbeiðinum hjá einum býráði er at geva teim ferðandi bestu umstøður líkamikið, um tey ferðast við bili ella eru til gongu.
Henda veruleika hevur Klaksvíkar kommuna eisini sæð, og tí hevur ferðslunevndin sett sær sum mál at gera ein heildarætlan fyri ferðsluna í býnum.
Hetta verður ikki minst viðkomandi, tá undirsjóvartunnilin letur upp um nakrar mánaðir. Við hesum fer ferðslan at økjast og broytast munandi.
Ferðslunevndin hugsar tó eisini um heildina í kommununi, - eisini um teir íbúgvarnar, sum búgva við vegir, har ferðslan longu nú er nógv.
Eitt av hesum vegastrekkjum er Kjalarvegur, har m.a. ein dagstovnur liggur. Nógv ferðsla er til og frá hesum dagstovni, og tí eru hesar ferðsluforðingarnar settar upp á hesum vegastrekkinum.
- Hetta er ein roynd at bøta um og tálma ferðsluna á hesum vegnum í fyrsta umfari. Men samstundis er hetta ein liður í eini heildarætlan fyri ferðsluna í øllum býnum, sigur Hans Arne Bertholdsen, formaður í ferðslunevndini.
Bungur ella kassar
Tá ein hevur vilja avmarkað ferðina hjá bilførarunum, so hevur ein í mestan mun gjørt nýtslu av teimum sonevndu vegbungunum.
Men fólk eru rættiliga ójøvn á máli um hesar bungurnar, og summi helst uppaftur meiri irriteraði. Og tí roynir ferðslunevndin í Klaksvík nú at ganga aðrar leiðir.
Fyri nøkrum vikum síðani vórðu settir upp fýra blómukassar á Kjalarvegi, har rættiliga fitt er av ferðslu.
Hóast hesir blómukassarnir tálma ferðsluna rættiliga væl, so eru tað kortini tey, sum ikki eru so fegin um hesar.
Sum myndin vísir, so hevur onkur vinarliga flutt hesar kassarnar niðan í ovara borðið á vegnum. Kortini standa tveir eftir í teirri síðuni, har bilarnir standa parkeraðir.
Viðmerkingar
Hóast hetta, so hevur tað ikki tikið tann positiva viljan burtur frá ferðslunevndini at bøta um ferðsluviðurskiftini í býnum.
Hetta tiltakið við Kjalarvegin er ein roynd, og tí hava tey í ferðslunevndini tí verið fegin um, at fólk eru komin við afturmeldingum um hesar fyrstu blómukassarnar.
- Jú, vit hava fingið fleiri viðmerkingar frá fólki, sigur Hans Arne Bertholdsen. Seinni ætlar ferðslunevndin sær so at gera eina eftirmeting av hesi fyrstu royndini.
Tær allar flestu av hesum viðmerkingunum hava verið positivar, men onkur hevur eisini latið ilt av sær, sum vituligt er.
Hesir blómukassarnir eru sum nevnt bert ein roynd, og arbeitt verður nú við eini meting og ætlan, um tørvur er á slíkum ferðsluforðingum á øðrum støðum í býnum.
Eitt øki við rættiliga nógvari ferðslu - og hartil øktari ferðslu og sum kann verða næst á skránni er Traðargøta.
Fleiri og fleiri bilførarar leggja nú leiðina eftir hesum vegnum, ístaðin fyri at koyra longur uppi, har vegbungurnar eru lagdar í vegin. Enn er kortini eingin avgerð tikin í hesum máli.
Mynd
Ferðsluforðingarnar á Kjalarvegi skulu tálma ferðsluni m.a. fram við dagstovninum á vegnum. Fólk eru ójøvn á máli um hetta, og ferðslunevndin í kommununi tekur fegin ímóti viðmerkingum
Fyri seg
FAKTA
Ferðsunevndin er mannað við trimum umboðum:
Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur og formaður
Hans L. Djurhuus, sýslumaður og sum umboðar løgregluna í nevndini
Gunnleyg K. Dánjalsson, starvsfólk á Teknisku Umsiting Býráðsins, ið somuleiðis er skrivari hjá nevndini