Yvir 100 flóttafólk søkt um upphaldsloyvi í Føroyum

Í fjør kostaði tað teimum báðum størstu kommunum ímillum 325.000 og 400.000 krónur

Stórt tal á fólki eru rýmd úr Ukraina og yvir 100 eru komin til Føroya

Tann fyrsta desembur í fjør høvdu yvir 100 flóttafólk úr Ukraina søkt um at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað upplýsir Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, nú hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta treytirnar fyri at lata flóttafólk úr Ukraina vera í Føroyum.

 

Hann sigur samstundis, at higartil hava eini 100 flóttafólk fingið fyribils uppihaldsloyvi. Annars segði Durita Kastalag, integratiónsvegleiðari á Útlendingastovuni, við KvF, at tey mangla bústað til eini 28 flóttafólk, tí nakrir av bústøðunum, tey hava, skulu nú leigast til ferðafólk ístaðin.

 

Annars vísir Kommunufelagið á, at tað er ikki útgreinað, hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta hevur fyri kommunurnar.

 

Eingin útgreining er gjørd av tí fíggjarliga roknistykkinum hjá kommununum, bæði av inntøkunum at skatti og av útreiðslunum til dagstovnar o.s.fr.

 

Men Kommunufelagið sigur, at Tórshavnar býráð hevur upplýst, at í fjør kostaði tað teimum ímillum 200.000 til 250.000 til dagstovnatilboð og møgulig barnaverndarmál.

 

Samstundis hevur Klaksvíka býráð upplýst, at tað kostaði teimum 125.000 krónur til 150.000 krónur til dagstovnapláss, frípláss, og annað.

 

Annars verða reglurnar hjá ukrainskum flóttafólkum nú eitt sindur linari. Sum tað er nú, eru tað fólk, sum eru rýmd úr Ukraina eftir innrásina 24. februar í fjør, sum kunnu fáa uppihaldsloyvi, ,men nú verður skeringspunktið sett til 1. februar. Ein grund til tað er, at so kunnu ukrainar, sum vóru uttanlands í styttri ørindum, kanska í feriu, akrá tá, eisini fáa uppihaldsloyvi.

 

Stórt tal á fólki eru rýmd úr Ukraina og yvir 100 eru komin til Føroya