Nú skal eisini Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF, hava burtur av veddingarpengunum, sum enda í Føroyum.
MBF fær fimm prosent, men hinvegin fáa Ítróttarsambandið og Føroya Ungdómsráð framvegis sín part og Mentamálaráðið fær sostatt 15%.
Petur Elias Petersen á Ítróttarveddingini sigur, at síðani farið varð undir samstarvið ímillum Ítróttavedding og donsku veddingartænastuna í 1998, hevur ítróttaveddingin lagt væl yvir 100 milliónir krónur eftir seg í Føroyum.
Tær eru brúktar til barna- og ungdómsarbeiði í breiðastu merking.
- Soleiðis er eisini enn, men nú er samtykt, at eisini MBF skal hava burtur av veddingarpengum.
MBF fær fimm prosent burtur av partinum hjá Mentamálaráðnum, sum hereftir verður 15 prosent.
- Ítróttasamband Føroya og Føroya Ungdómsráð fáa framvegis ávikavist 60 og 20 prosent av ágóðanum, ið kemur frá ítróttaveddingini í Føroyum.
Hetta kemur øgiliga væl við hjá okkum, tí vit hava ikki teir nógvu pengarnar at arbeiða við, hóast tørvurin er stórur, tí talan er um heili 24 limafeløg.
- Fyrr hava vit fingið úr Happadráttagrunninum, men hann er lagdur niður, so tí er tað gott, at vit fáa hetta íkastið í staðin, sigur Anna Suffía Durhuus, dagligur leiðari hjá MBF.
Vit hava gjørt av, at ein triðingur av upphæddini fer til limafeløgini, sum tey kunnu brúka til tiltøk og annað, og so fer ein triðingur til dagliga arbeiðið hjá MBF.
- Síðsti triðingur fer í ein serligan verkætlanargrunn, sum tað skal bera til at søkja um pengar til kanningar og annað.