Yvir 20 fólk rakt av skotum í Óslo í gjárkvøldið

Løgreglan viðger málið um yvirgang

Beint eftir midnátt, føroyska tíð, varð boðað frá, at ein maður skeyt frá hond í eini gongugøtu í Oslo, har nógv fólk plaga at halda til. Hetta var beint við London Pup, har samkynd plaga at hittast. Maðurin var fyrst á eini pub beint við, har hann hann drap tvey fólk og helt síðani leiðina ímóti London Pub og ein teori hjá løgregluni er, álopið varð vent ímóti samkyndum.

 

Løgreglan sigur, at tvey fólk eru deyð og yvir 20 fólk eru særd og 10 av teimum eru illa løstað, men eingin er kortini í lívsvanda.

 

Løgreglan viðgerð málið sum eina yvirgangsatsókn. Løgreglan hevur handtikið ein 42 ára gamlan norskan statsborgara, sum upprunaliga er úr Iran. Løgreglan heldur, at endamálið hjá honum var at leypa ræðslu á fólk, men hann kann eisini hava sálarligar trupulleikar. Hann hevð tvey vápn, eina automatiska rifflu og eina skammbyrsu. Fyrbils er maðurin skuldsettur fyri dráp, drápsroyng og yvirgang.