Yvir 300 fólk deyð í yvirgangsálopi

Talan er um størsta yvirgangsálop í 2017

Í minsta lagi 300 fólk hava latið lív í somaliska býnum Mogadishu eftir, at tvær bumbur brustu í býnum leygardagin. Talan er um størsta yvirgangsálop í 2017.


Sambært Reuters tíðindastovuni, so hevur eingin felagsskapur tikið ábyrgd fyri álopið enn. Men sambært norska miðlinum VG, so hevur stjórnin illgruna til yvirgangsfelagsskapin al-Shabaab, ið fyrr í ár hevur framt líknandi álop.


- Higartil er játtað, at 300 fólk eru deyð í spreingingini. Deyðatalið fer at økjast, tí enn eru fleiri fólk horvin, sigur Abdikadir Abdirahman, leiðarin fyri sjúkrabilarnar í býnum, við Reuters.


Forseti landsins Mohamed Abdullahi Farmaajo hevur lýst landasorg í tríggjar dagar og heitt á fólk, um at geva blóð og veita hjálp til tey, ið eru rakt av álopinum, skrivar VG.


- Ræðuliga álopið í dag prógvar, at okkara fíggindar hava ongar ætlanir um at steðga at veita okkara fólki sorg og líðing. Latið okkum saman standa móti yvirgangi, skrivaði forsetin á Twitter eftir álopið.