Yvir 300 føroyingar á TeenStreet í Spania

Komandi dagarnar eru 304 føroyingar í Barcelona, har TeenStreet lega er.

TeenStreet er tvørkirkjulig altjóða lega fyri tannáringar. TeenStreet byrjaði í Týsklandi í 1993. Síðani tá hava tannáringar í tíggjutúsundatali luttikið á legum runt um í øllum heiminum. Men eins og á so nógvum øðrum økjum, so setti korona eisini eina bremsu fyri altjóða TeenStreet legunum. Hetta førdi við sær, at fyrrárið og í fjør vóru bara smærri lokalar legur hildnar innanlands í teimum ymsu londnum.

Men í ár er øðrvísi, og í gjár byrjaði lega nakað uttan fyri Barcelona, hagar 304 føroyingar eru farnir. Av hesum eru tað 209 tannáringar, ið fara á legu, restin eru vaksin hjálparfólk og børn hjá hesum.

Á leguni í Spania, sum er frá í gjár og til seint fríggjakvøldið, eru ungfólk úr Spania, Italia, Fraklandi, Portugal, Grikkalandi, Týsklandi og úr Føroyum.

Í gjár komu føroysku luttakararnir til Spania – 174 við flogfari hjá Atlantsflog beinleiðis úr Vágum, hini umleið 130 ferðaðust á annan hátt.

– So nú eru vit endiliga savnaðir – allir gott og væl 300 føroyingarnir, sum eru komnir suður her á legu, skrivar TeenStreet á Facebooksíðuni TeenStreetFøroyar í gjárkvøldið. 

– Júst nú hevur verið landsbólkafundur, har føroyska leiðslan, Andrias Magnussen og Randi og Símun Hansen hava samlað allar føroyingarnar saman og hava greitt frá, hvat vit kunnu vænta okkum á og av leguni, og hava eisini ámint okkum um reglar og eisini ymiskt annað, sum er gott at hoyra í byrjanini av slíkari legu. M.a. var stórur dentur lagdur á at minnast til at smyrja seg væl inn við sólkremi og at drekka nokk í hesum hitanum. 

– Vit síggja fram til at eina spennandi legu, og vit gleða okkum, skriva tey úr Spania.

Vit frætta meira úr Spania komandi dagarnar.

 

##med2##