Yvir 750.000 kring heimin eru smittað við koronavirus

Talið av deyðum av koronavirus kring heimin er farið um 35.000. Harav eru yvir 25.000 deyð í Evropa.

Talið av fólki, sum eru staðfest smittað við koronavirus kring heimin er farið um 750.000.

Tað vísa tøl frá Johns Hopkins University í kvøld.

Tað hendir, bara fýra dagar eftir at talið av smittutilburðum kring heimin fór um hálva millión.

Heilt neyvt eru í dag 766.336 fólk í heiminum, sum eru staðfest positiv við koronavirus.

Av teimum eru yvir 160.000 síðani vorðin staðfest frísk aftur.

Í kvøld er talið av deyðum í heiminum av koronavirus farið um 35.000. Harav 25.000 í Evropa.

Tað tann sera smittandi koronavirusið tók seg upp í Kina í desember, og hevur síðani spreitt seg til lond kring allan heimin.

USA er við yvir 153.000 staðfestum smittutilburðum tað landið í heiminum, har flest fólk í løtuni eru kannað positiv.

Síðani koma Italia og Spania og Kina.

Mált í tali av deyðum stendur ringast til í Italia, har yvir 11.000 fólk eru deyð av virusinum.

Í Italia boðaði stjórnin í kvøld frá, at tey leingi stongsulin av landinum í minsta lagi fram til 12. apríl fyri at avmarka útbreiðsluna av koronavirusinum.

Tað merkir, at millum annað útgonguforboðið, sum hevur verið í tríggjar vikur, og sum skuldi verið av fríggjadagin, heldur fram í tvær vikur afturat.l

Í Spania hækkaði talið av deyðum triðja dagin á rað av koronavirus við yvir 800. Tilsamans eru yvir 7.000 nú deyð í landinum.

Spania stongdi landi 14. mars. Tjóðartingið valdi hósdagin í síðstu viku at leingja stongsulin fram til 11. apríl.

/ritzau/