Yvir hálv millión fólk deyð við koronuvirus

Talið av deyðum við koronusmittu er farið um hálva millión fólk kring allan heimin

Tað vísir uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University.

Hendan uppgerð, sum er grundað á frásagnir frá myndugleikum kring allan heiin, vísir, at 500.108 fólk eru deyð eftir koronusmittu.

Í gjár vísti uppgerð hjá lærda háskúlanum, at tíggju milliónir fólk kring heimin nú eru staðfest positiv fyri koronuvirus.

Bara í USA eru skrásett eitt sindur fleiri enn 2,5 milliónir smittað, harav 125.747 í gjár vórðu staðfest deyð.

Harvið hevur USA ein fjórðing av teimum deyðu í heiminum við koronusmittuni.

Brasilia hevur næstflest deyð við yvir 57.000 skrásettum andlátum millum tey koronusmittaðu.

/ritzau/