Yvirgangsálop móti mosku í Kanada

Seks eru deyð og átta løstað eftir at vápnaðir menn byrjaðu at skjóta móti eini mosku í Quebec. Talsmenn fyri kanadisku løgregluna siga, at tveir persónar eru handtiknir í málinum.

 

Umleið 50 fólk vóru í moskuni Centre Culturel Islamique de Québec, tá álopið hendi í samband við kvøldbønina beint áðrenn klokkan átta sunnukvøldið, kanadiska tíð.

 

Tey deyðu og løstaðu eru millum 35 og 70 ára gomul, sigur løgreglan. Kanadiskir myndugleikar kalla álopið fyri eitt yvirgangsálop.

 

Løgreglan sigur, at annar álopsmaðurin varð handtikin við moskuna, meðan hin slapp til rýmingar, men varð handtikin stutt seinni. Løgreglan vil tó ikki útilokað, at ein triðji persónur eisini er rýmdur av staðnum.

 

Sambært norska miðlinum VG, greiddu vitni frá, at tveir menn í maskum gingu inn í moskuna og byrjaðu at skjóta, meðan teir róptu Allah er stórur. Sambært øðrum vitnum eru menninir frá Québec-økinum, um dømast skal eftir dialektini.

 

Myndugleikarnir í Kanada og USA hava hert eftirlitið rundan um moskur, synagogur og kirkjur eftir álopið í Québec.