Yvirgangsálop í Turkaland – 27 fólk deyð

27 fólk eru deyð og umleið hundrað løstað í einum sjálvsmorðsbumbuálopi í turkiska býnum Suruc nærhendis sýriska markinum

27 fólk eru deyð og umleið hundrað løstað í einum sjálvsmorðsbumbuálopi í turkiska býnum Suruc, ið liggur nærhendis sýriska býnum Kobane. Tað skrivar tíðindastovan Al Jazeera.


Álopið hendi í einum mentanarhúsi, har fleiri hundraðtals av ungdómum úr Turkaland. Tey vóru partur av einum arbeiði, ið hevði til endamáls at endurreisa sýriska býin Kobane, aftaná drúgvu bardagarnar millum yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin og kurdiskar herdeildir. Kobane liggur einans 10 kilometrar frá Suruc.


Umleið 20.000 fólk búgva í Kuruc, meginpartar kurdar, og liggur býurin nærhendis sýriska markið. Býurin hevur síðsta árið tikið móti eini rúgvu av flóttafólkum meðan ófriðurin hevur valdað í grannalandinum.


Turkiskir miðlar meta, at tað er Islamski Staturin, ið stendur fyri álopinum.