Fyrstu londini eru farin undir at koppseta fólk fyri covid-19, og næstu dagarnar fara nógv lond at leggjast afturat, nú ES londini hava fingið koppingarevni.
Kjakast hevur verið um, hvørt koppingarevnið, sum er ment óvanliga skjótt, kann fara at hava verri hjáárin við sær enn onnur koppingarevni, men tað væntar Shahin Gaini, sum er serlækni í umfarssjúkum, ikki.
– Tey hjáárin, sum hava verið at sæð higartil, eru vanlig hjáárin av koppingarevnum. 80 porsent av teimum, sum verða koppsett, verða eym í vøddanum, har koppingarevnið er sproytað. Nógv kenna mild sjúkueyðkenni í nakrar tímar ella dagar, men tað er gott tekin, tí tað merkir, at immunverjan reagerar upp á koppingarevnið og fer at minnast til sjúkuna framyvir, sigur Shain Gaini við Kringvarpið.
Hann sigur, at flestu hjáárinini av einum koppingarevni vanliga vísa seg fyrstu mánaðirnar.
– Tað eru eingi serlig ella óvæntað hjáárin at síggja hjá teimum fyrstu 20.000, sum fingu koppingarevnið, og tað er ikki sannlíkt, at tað koma nøkur óvæntað langtíðaárin av koppsetingini. Men beert tíðin kann endaliga staðfesta tað, sigur Shain Gaini við Kringvarpið.
Roknað verður við, at tey fyrstu fólkini í Føroyum verða koppsett stutt eftir ársskiftið.