Yvirlivandi av Utøya vitjar løgmann

Í morgun vitjaði Bjørn Ihler, sum yvirlivdi yvirgangsálopið á Utøya, hjá løgmanni í Tinganesi. Kaj Leo Holm Johannesen tók ímóti, og prátaðu teir um bæði føroysk og norsk viðurskifti, og um sambandið, sum hevur verið millum Føroyar og Noreg frá gamlari tíð.

Eisini greiddi Bjørn Ihler frá onkrum av tí, sum hann upplivdi á Utøya, tá ið hann og tveir smádreingir flýggjaðu undan Breivik, sum skeyt eftir teimum. Teir lupu á bláman og svumu undan skotunum frá hópdrápsmanninum.

Kaj Leo Holm Johannesen takkaði norska gestinum fyri vitjanina og ynskti honum góða eydnu í framtíðini.

- Nú kann tað verða, at eg fornermi Jens Stoltenberg, men Kaj Leo er tann hugnaligasti statsleiðarin, sum eg havi hitt, segði Bjørn Ihler eftir vitjanina í Tinganesi.

Leygarkvøldið kl. 20.00 verður Bjørn Ihler gestur í sendingini Hvonn Live, sum verður send á Rás2. Og tá fer hann at siga dramastisku søgu sína frá Utøya, og hvussu hann er komin seg eftir tilburðin.