- Yvirtekning sigur einki um virðið á bankanum

Tað at ein banki verður yvirteknaður, hevur einki við søluvirði at gera, sigur Jákup á Dul Jacobsen, ið er maðurin aftan fyri eitt tað størsta keupið av partabrøvum í Føroya banka, Hann vísir eisini aftur, at Bárður Nielsen skal hava havt nakað samband við, at eitt av hansara smápartafeløgum hevur keypt 720.000 partabrøv í Føroya Banka

EINSKILJING




- Hetta er eitt slag av honeymoon. Um 5-6 mánaðir vita vit, um hetta er ein góð íløga.

Hetta sigur Jákup à Dul Jacobsen, eftir at eitt av hansara smápartafeløgum er sloppið at keypa 720.000 partabrøv fyri slakar 140 milliónir danskar krónur í Føroya banka.

Jákup á Dul Jacobsen sigur, at feløg hjá honum áður hava gjørt íløgur í útlendskar og føroyskar peningastovnar, og tí er hetta ikki fyrstu ferð, at hann fer í holt við slíkar íløgur.

Sjálvur metir hann, at prísurin á Føroya banka mundi vera reellur, av tí at tveir bankar óheftir av hvørjum øðrum gjørdu metingar av prísinum fyri Fíggingargrunnin.

Hinvegin heldur Jákup á Dul Jacobsen ikki, at yvirtekning av partabrøvum sigur nakað um virðið bankanum.

- Fólk vita, tey ikki fáa so nógv, sigur Jákup á Dul Jacobsen um partabrævasølu og sipar til, at tað meira enn so kemur fyri – m.a. Ìslandi - at fólk tí bjóða í nógv meira lagi.


Vanligi føroyingurin átti at fingið meira


Spurdur, hvat hann heldur um konspiratiónsástøðið, sum John Johannessen rør fram undir í lesarabrævi í gjár, har hann nevnir, at tað kundi verið samband millum leiklutirnar hjá Bárði Nielsen

sum fíggjarmálaráðharri og stjóri í Stórutjørn, sigur Jákup á Dul Jacobsen:

- Upp á ein máta kann man skilja hetta. Men tá Bárður Nielsen kom til okkum, var alt hetta avgreitt, og hann arbeiðir í eini heilt aðrari deild. Eg havi ongantíð spurt Bárð Nielsen um nakrar aktiur í bankanum. Hinvegin tosaðu vit kanska um, at slíkar søgur kundu fara at koma.

- Men vit hava einki at krógva, sigur Jákup á Dul Jacobsen, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um, at Tórbjørn Jacobsen skjýtur upp, at setta ein §19 kanning í verk um bankamálið. Hann sigur seg heldur ikki vita hví, Fíggingargrunnurin júst hevur valt at selja teimum nógv partabrøv. Harafturat minnir Jákup á Dul Jacobsen á, at tað er júst Fíggingargrunnurin, sum hevur staðið fyri søluni av partabrøvum, og tí hevur hetta einki við Bárð Nielsen at gera. Hann roknar við, at orsøkin er, at Fíggingargrunnurin kundi hugsað sær nakrar aktivar føroyingar sum eigarar, so útlendingar ikki fara avstað við øllum bankanum, sum málber seg.

Hinvegin sigur hann, at føroysku smáspararnir áttu at fingið meir, og at hetta skuldi verið tikið av tí útlendska partinum.

Spurdur, um hann hevði havt áhuga at keypt meira í bankanum, sigur Jákup á Dul Jacobsen:

- Tað kann gott vera. Men nú man vita hvussu leikur fer. Men um hetta vísir seg ta vera ein góð investering, so kann tað vera.