bæði, Lis og Bjarni, av, at best var hjá børnunum at vaksa upp í Føroyum, ikki minst tí at í Føroyum kundu børnini hava alla sína skúlagongd og miðnámsskúla, uttan at tey noyddust at flyta heimanífrá. Um tey [...] einastandandi væl. Nyttar ikki hanga upp Spurdur um hann hevur roynt at hanga kjøt upp at ræsa, sigur Bjarni, at tað hevur hann ikki, tí tað nyttar ikki. Alt ov nógv væta er í luftini, so kjøtið rotnar [...] tey høvdu verið verðandi í Grønlandi, høvdu børnini heilt tíðliga verið noydd til at fara í aðrar bygdir at ganga í skúla. Tískil fluttu tey í 1969 heim aftur til Føroya og bygdu sær hús á Skansavegi,
greiður frá, at hann helt stundina vera komna at gera eina heila fløgu í egnum navni. - Eg havi leingi ætlað hetta, men fekk ongantíð stundir, tá eg spældi fótbólt. Í fyrstu syftu er ætlanin at geva fløguna [...] fløguna út í Føroyum, men kannað verður, um marknaður er fyri tilfarinum í Íslandi. Um hetta vísir seg, er ætlanin eisini at marknaðarføra og selja fløguna har. - Eg spældi fótbólt í Íslandi frá 1998 til 2000 [...] og seinastu tíðina sum sjónvarpsvertur í FSF-varpinum, so er Uni ikki spildurnýggjur á tónleikapallinum. Umframt at vera framúr góður undirhaldari við gittaranum í sosialum samanhangum, so hevur hann fyrr
tey, hvussu tað er at skifta til ein miðnámsskúla, eftir at hava gingið í fólkaskúla í mong ár. Pætur gongur í løtuni í 2.g. í málsligu deild í Hoydølum, meðan Elin júst er farin at ganga á FHS. Pætur [...] men hann valdi tó at fara, og tað angrar hann ikki. Hann sigur, at hann hoyrdi áðrenn, at tað var øgiliga strævið at ganga á studentarskúla, men hann heldur ikki, at tað er strævnari, enn hann hevði roknað [...] er samstundis við til at stimbra teirra luttøku í frálæruni. Í fólkaskúlanum er tað so, at um ein næmingur ikki er við í tímanum og bara situr og svevur, so vil lærarin royna at fáa hann við og eitt nú
ein innflytari, sum ikki tosar reint danskt. -Eg gjørdist ørg um, at innflytararar lósu upp í Danmarks Radio, tí teir dugdu ikki danskt til lítar. Hetta hevur okkurt við at gera, at eg eri donsk, og mær [...] Hon dugir ikki at siga, nær hon fer at gevast í politikki.. Hon vísir á, at nógv kann henda, bæði á politiska og persónliga økinum, sum kunnu ávirka, og tí ber illa til at siga nakað ítøkiligt í løtuni. [...] hon at ganga til fundir hjá Framburðsflokkinum, og í 1978 teknar hon seg sum lim í flokkinum. Aðalmálið hjá Framburðsflokkinum í sjeytiárunum er fyrst og fremst at avtaka inntøkuskattin, men fyrst í át
stórum bólki. Jens býr í dag í London og hevur flutt seg nógv, ikki bara landafrøðiliga, men eisini tónlistarliga. Orka hevur flutt seg frá at vera hetta risastóra orkestrið til at vera eitt elektroniskt [...] tað skjótt at fólk hugsa um fløskuorgul, pelabass og tunnur. Hetta var eisini byrjanin til Orka, men stigtakarin til verkætlanina, Jens L. Thomsen, hevur flutt seg nógv seinastu árini, siga tey í tíðindaskrivi [...] tíðindaskrivi av G! í kvøld. Orka fór á rull í 2006 og í 2009 spældi bólkurin á Roskilde Festivalinum við einum bólki, ið taldi átt fólk, teirra millum Eivør og Teitur. Seinni tað summarið spældi Orka eisini
gjørdi, at vit av álvara fóru at trúgva uppá eitt gott úrslit. Øssur heldur ikki, at týsku málmøguleikarnir í so stóran mun stóðust av góðum álopsspæli, men meira av, at okkara menn mistu bóltin í óhepnari [...] Øssur fór til Týsklands at spæla landsdyst, gjørdi hann av at gevast í skúrinum og søkja sær kjans við skipi. - Mær dámar væl at arbeiða í skúrinum, men kundi nú hugsað mær at sloppið til skips, sigur [...] veit ikki, um tað fer at eydnast at sleppa við. - Eg vænti ikki, tað verður beinanvegin, sigur hann. Í dysti móti týsku heimsstjørnunum Øssur Hansen var við á føroyska fótbóltslandsliðnum, sum í síðstu
a kann hetta ikki sammetast við nakað annað, sum eg havi verið við til í míni tíð í fótbólti. Hetta gekk so ógvuliga skjótt fyri seg. Tað var heilt upp og so á botn og so uppaftur. Eg havi ikki vitað um [...] eftir at stríðið var lokið á Skála, og tað var greitt, at GÍ hevði fingið eyka møguleika at syrgja fyri sær sjálvum og plássinum í FORMULA DEILDINI. - Tá ið vit tryggjaðu okkum FM heitið í Klaksvík í 1994 [...] 1994, var tað eisini í síðstu løtu, at vit skoraðu avgerandi málið. Men ta ferðina var talan ikki um so stórar kensluligar rembingar, sum tað var hesa ferð. Í ein hálvan minutt vóru vit í 2. deild. Tað kendist
stóran skaða. Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at eldur er í báti við bryggjuna í Klaksvík. Fuku útav Kambsdalur er tiltikin vindharður. Hetta merktu eisini bilførarar, ið koyrdu har á leið í gjáramorgunin [...] tá bátarnir vóru útkomnir, var eingin grind at síggja. Løgreglan í Vágum upplýsir, at tað var eitt sindur óslætt í sjónum, og var hetta helst orsøkin til, at eingin fekk eyga á aftur grindina. Koyrdi á [...] duravørðin í høvdið, so at hesin fekk skaða í nøsina. Ein annar maður, ið varð tveittur út úr Club 20 fyri at hava havt rúsdrekka við inn, hevur verið á løgreglustøðini fyri at klaga um, at duravørðarnir
gongur í útibarnagarðinum, er sjey ára gamla Sára. Hon hevur júst fylt sjey og skal í skúla í summar. Hon og familja hennara flutti til Klaksvíkar at búgva í fjør eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv [...] pakkunum. Í onkrum er okkurt spæl, og børnini leggja í vaðið at spæla. Øll foreldrini eru á einum máli um, at børnini trívast væl í Haraldssundi, og at hetta var eitt avbera gott hugskot at byrja ein [...] somu umstøður at húsast í sum vanligir barnagarðir. Útibarnagarðurin húsast í bygdarhúsinum, og har er gott pláss til børnini at reika runt í, tá veðrið ikki er tilvildar at fara út. Fyri tað mesta halda
Júlíusdóttir, at eini 12% fleiri ferðafólk hava vitjað í Íslandi í ár enn somu tíð í fjør. Jóan Karl sigur, at Ørkin hevði umleið 7.000 gistingar í fjør, og hann heldur, at talið av gistingum í ár verður minst [...] líka so stórt. - Jú, vit hava eisini merkt, at fleiri ferðafólk hava vitjað í Íslandi í ár enn í fjør, og vit hava ikki havt minni at gera í ár. Hann ásannar, at ein orsøkin til veksandi ferðafólkatalið er [...] Marinustøðini í Føroyum í eini trý ár. - Í nøkur ár var eg leiðari í sonevnda ”situatiónsrúminum” á flotastøðini hjá sjóverjuni í Frederikshavn, og í hesum tíðarbili var eg eitt hálvt ár í Irak, har vit