Um middagsleitið í gjár vórðu seks fólk funnin deyð í einum húsum í Ulstrup, sum liggur nakað sunnan fyri Randers í Danmark. Tey deyðu vóru eini hjún og teirra fýra børn, sum eru í aldrinum millum 3 og [...] og at øll vindeygu í húsunum vóru latin upp, tá ið løgreglan kom á staðið. Hetta er tó ikki váttað av løgregluni.
lívið kring Europa. Tíðindastovan AFP skrivar, at tíggju av fólkunum eru deyð í Pólandi, har tað hevur verið bítandi kalt seinastu dagarnar. Flestu av teimum deyðu eru heimleys og migrantar. Myndugleikarnir [...] í hel í landinum. Kuldin hevur eisini rakt Italia hart, og har eru sjey fólk deyð seinastu dagarnar orsaka av frosti. Fimm av teimum vóru heimleys. Í Russlandi er kalt sum ongantíð. Í høvuðsstaðnum Moskva
hansara eru kanningin av kosmos og kvante-tyngdarmegini. Hann er púra lamin og má brúka eina teldu fyri at tosa. 1947: David Bowie, enskur sangari og sjónleikari. Deyður 2016. Deyð hendan dagin: 1324: Marco [...] talan um ein týskan biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður. Hendingar, ið knýta seg at degnum 1297: Monako fær sjálvstýri 1353: Jødarnir í Basel [...] Tralauppreistur í New Orleans, Louisianna. 1908: Føroyski tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt eftir Símun av Skarði kemur á fyrsta sinni á prent. 1911: Sum tað síðsta einaveldismonarkiið í Evropa fær Monako eina
ikki út, tí vegirnir eru fullir av vatni. Tað hevur regnað út í eitt í tríggjar, fýra dagar, sigur Bjørg Lamhauge. Tey lokalu á staðnum eru, sum vera man, ógvuliga ávirkað av støðuni. - Tey hava sagt okkum [...] vatnfloymir hava oyðilagt yvir 120.000 býlingar, sambært útlendskum miðlum, og í øllum førum seks eru deyð og mong særd. Støðan er ringast á annars vakra feriustaðnum Koh Samui, har Bjørg er stødd. - Vit sleppa [...] okkum, at fleiri lokal eru deyð og yvir 120.000 hús hava fingið skaða, sigur Bjørg Lamhauge. Tey fóru úr Danmark nýggjársaftan og flúgva heimaftur tann 13. januar. Trýst á pílin á myndini og sí video út Thailandi
39 fólk eru higartil deyð og 69 send á sjúkrahús, eftir at minst ein yvirgangsmaður skeyt frá hond í einum náttklubba í Istanbul í Turkalandi beint eftir miðnátt. Al Jazeera boðaði tíðliga frá, at yvi [...] bara um ein yvirgangsmann. Álopið varð framt móti náttklubbanum Reina, sum liggur í evropiska partinum av býnum. Náttklubburin er serliga væl umtóktur millum fótbóltsstjørnur, tónleikastjørnur og onnur kend [...] skriva turkiskir miðlar. Eisini er vanligt at síggja diplomatar og útlendsk handilsfólk í klubbanum. 15 av teimum 39 dripnu eru útlendingar. Sambært Al Jazeera máttu fólk loypa úr klubbanum og út í Bosporussundið
kunna um vandan av møblum, ið kunnu koppa oman yvir børn. Hagtøl í USA vísa, at aðru hvørja viku doyggja børn, av tí at møblar detta oman yvir tey. Triðja hvønn tíma verða børn skadd av møblum, sum detta [...] milliónir kommodur aftur av amerikanska marknaðinum og fer at gevast at selja kommoduna. Í Norðurlondum er hon tó enn til sølu og sambært TV2 hevur IKEA ongar ætlanir um at taka hana av hillunum, tí hon lýkur [...] Trý børn í USA doyðu, eftir at kommodur hjá IKEA, av slagnum Malm, duttu niður yvir tey. Fyrsta deyðsfallið hendi í februar 2014, tað næsta í apríl 2014 og tað seinasta í februar 2016. Familjurnar hjá
sínar stumfilmar og portrett av millum øðrum Adolf Hitler. - 1989: Nicolae Ceausescu (1918-1989). Fáar dagar frammanundan var herurin í landinum vendur ímóti honum og tikið ræði av einaræðisharranum í Rumenia [...] hildin 25. desember. 1818: Messias hjá Händel fyrstu ferð framført í Boston, USA. 1990: Fyrsta royndin av eini skipan, ið seinni koma at eita World Wide Web (internetið). 1991: Sovjett samveldið ger innrás [...] Fyrrverandi sangarin í Eurythmics. - Justin Trudeau (1971). Sitandi forsætismálaráðharri í Kanada. Deyð henda dagin - 1897: Hans Christopher Müller (1818-1897). Fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaður
Stille Nacht, Heilige Nacth verður komponeraður av Franz Gruber. Á føroyskum eitur sálmurin Gleðilig Jól. UNESCO útnevndi í 2011 sálmin av verða partur av mentanarvi heimsins. 1979: Sovjett samveldið ger [...] Lisberg doyði av lungnabruna í 1920.. - Lemmy Kilmister (1945-2015). Fyrrverandi sangarin í Motörhead. - Stephenie Meyer (1973). Rithøvundur, ið millum annað hevur skrivað Twilight Saga. Deyð henda dagin [...] Hitler ynskti, at Dönitz tók yvir eftir seg og hann sat sum forseti í ein mánað, so bleiv stjórnin tikin av teim allieraðu. Karl Dönitz bleiv dømdur í Nürnberg í 1945 at sita 10 ára fongsul fyri hernaðarbrotsverk
88.5% av veljarunum í Slovenia atkvøða fyri loysing frá Jugoslavia í eini fólkaatkvøðu Føðingardagar: - Bárður Jákupsson (1943), listamálari og rithøvundur. - Drotning Silvia av Svøríki (1943). Deyð henda [...] í 1193 var tað skjótt, at hann var mettur halgimenni. Varð nógv virdur um øll Norðurlond tað mesta av miðøldini, men tað er serstakliga í Íslandi og í Føroyum, at tollaksmessa hevur verið hildin. Halgilutir [...] róptur lítli jólaaftan. Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki, og hagar komu fólk úr øllum landinum at biðja til hansara. Tollaksmessudagur var annars í
Hendingar uttanlands: - Henda dagin í 1990 bleiv Lech Walesa, fyrrverandi fakfelagsformaður og vinnari av Nobel friðarheiðurslønini, svorin í eið sum forseti í Póllandi. Hetta var fyrstu ferð eftir seinna [...] - Ted Cruz (1970), senatorur fyri Texas og fyrrverandi forsetavalevni fyri republikanska flokkin. Deyð henda dagin - 1989: Samuel Beckett (1906-1989). Írskur rithøvundir, ið vann Nobel heiðurslønina fyri