á Rás2 umrøddi millum annað HM endaspælið í Katar í fótbólti í 2022. FIFA hevur tikið avgerð um at flyta HM til um veturin, tí tað er so heitt um summarið í Katar. Hoyr kjakið við at trýsta á pílin undir [...] undir myndini Samanumtikið er Fótbóltspanelið á einum máli um, at best var um HM í Katar als ikki bleiv til nakað. Tó verður ikki mett, at tað verður ein trupulleiki at gjøgnumføra HM um vetur, sjálvt um tað
fyri, at borgarakríggið í Sýrialandi eisini skal breiða seg til Turkalands. Ringasta dømi um, at turkiski óttin ikki er heilt ógrundaður, vóru tær báðar bilbumburnar, ið brustu í marknabýnum, Reyhanli, [...] Lokalir fjølmiðlar vita at siga, at víðgongdir sýriskir islamistar skulu hava lagt til rættis eina atsókn í Turkalandi, men at politiið fekk fyribyrgt hesum við fleiri handtøkum. Turkiska politiið gjørdi hús [...] tann 11. mai, og ikki færri enn 52 fólk doyðu.
Fimm børn millum fimm og tíggju ár doyðu, tá eldur kom í eini hús í Saint-Quentin har norðuri í Fraklandi í dag. Foreldrini hjá børnunum eru skild, og børnini vóru og vitjaðu pápan á páskum. Pápin leyp [...] tí eldurin var so nógvur. Bjargingarliðið fekk heldur ikki gjørt nakað. -Tað eydnaðist bjargingarliðnum at fáa úthutðina upp, men teir sluppu ikki upp á loftið. Vit fingu einki gjørt, sigur ein granni
Jørgensen ikki heldur fram í Blackpool. 33 ára gamli miðvallarin og fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin fekk ikki sáttmálan longdan í enska felagnum, og nú vónar hann, at hann sleppur at spæla í bestu donsku [...] fleiri feløg í SAS-liguni, um tey eru áhuga í honum. Men framvegis er einki komið upp á pláss, sigur Allan Reese, umboðsmaður hansara, við heimasíðuna. Claus Bech Jørgensen hevur roynt seg í enskum fótbólti [...] fótbólti, síðan hann í 1999 skifti úr AC Horsens. Hann hevur umboðað Bournemouth, Bradford, Coventry og Blackpool, har hann í farna kappingarári spældi 21 dystir.
eru heili 10 % færri enn í vár, vísa meiningakanningar. Tað er serliga hátturin, Obama hevur tikið sær av fíggjarmálum og lovaðu broytingarnar innan heilsuverkið, sum enn ikki eru framdar, sum fáa fólk [...] 59% halda nú, at Obama klárar seg væl. Men hóast fólk byrja at missa álitið á Obama, so eru tey tó ikki farin yvir til Republikanarnar. Bert 36% halda, at republikanararnir klára seg væl.
sum er íslendskt, tí íslendingar eru farnir at skjóta sildreka Formaðurin í umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd, Paul Watson, er í øðini um, at íslendsku hvalabátarnir hava fingið loyvi at skjóta nakrar [...] tænastum bakið, og fólk eiga ikki at fara til Íslands at ferðast, sigur Paul Watson á heimasíðuni hjá Sea Shepherd. Íslendski hvalabáturin Njørður fekk tann fyrsta sildrekan í gjár, og teir siga, at tað [...] tað er nógvur hvalur at síggja. Paul Watson er ikki tann einasti, sum er ímóti íslendsku hvalaveiðini. Íslendska ferðavinnan hevur eisini mótmæl avgerðini.
Karantenuøkið hjá Klaksvíkar kommunu er liðugt og verður tikið í brúk í næstu viku Klaksvíkar kommuna hevur fyrr í ár álagt borgarum og vinnufyritøkum at beina burtur órudd, bilvrak og annað órudd. Kommunan [...] burtur og rokningin send eigaranum. Nú er karantenuøkið liðugt og verður tikið í brúk í næstu viku, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi. [...] áleggur, at um eigarin ikki ger sína skyldu, so kann kommunan beina hetta burtur fyri eigarans rokning. Tó skal kommunan hava eitt skipað karantenuøki at flyta á, og um eigarin ikki hevur verið eftir sínum
Kringvarpinum, at kanningarnar í málinum eru ikki lidnar. Millum annað bíðar løgreglan eftir tekniskum kanningum, sum verða gjørdar í Danmark. Maðurin, sum er miðskeiðis í 40-unum, hevur kært avgerðina [...] brúkt knív á Tvøroyri, skal sita í varðhaldinum fýra vikur afturat Maðurin bleiv tikin á Tvøoyri tíðliga ein morgunin fyrst í august, eftir at hann hevði skorið ein annan mann í andlitið og annað lærið. Hann [...] avgerðina til landsrættin, sum ikki hevur tikið støðu til málið enn. Maðurin noktar seg sekan.
HJK Helsinki í UEFA Cup og á Esbjerg í superliguni. Jón Rói Jacobsen hevur fingið boð at møta í kvøld. Tað hevur Súni Olsen ikki. Hann telist í løtuni ikki millum teir, sum venjarin Erik Hamrén boðsendir [...] Síðsti dysturin í hesum umfarinum í donsku SAS liguni verður mánakvøldið, tá ið AaB fer at taka ímóti FC Nordsjælland. AaB vónar at vinna triðja sigurin á rað, eftir at teir í Aalborg hava vunnið á HJK [...] liðið skal spæla. Fríggjakvøldið var Súni Olsen á næstbesta AaB liðnum, sum spælir í 2. deild vestur. Teir vitjaðu í Hjørring, og úrslitið var 1-1.
Løgtingins umboðsmaður fær í morgin svar frá Tórshavnar kommunu í málinum um setanina av umhvørvisleiðara, sigur Borgarstjórin, Heðin Mortensen við útvarpið. Heðin Mortensen hevði í gjár fund við vrakaða [...] umsøkjaran, ið ikki slapp til samrøðu, hóast hon var einasti skikkaði umsøkjari. Meksikanska kvinnan fekk sambært útvarpinum at vita, at hon var vælkomin at søkja onnur størv hjá kommununi, men at kommunan [...] kommunan ikki fór at taka málið um umhvørvisleiðara til nýggja viðgerð, tí umhvørvisleiðari er settur, og kommunan metur hetta mál verða liðugt. Tað er tí greitt, at umboðsmaðurin fær noktandi svar til áheitan