20 november sum avgjørt seinastu freist fyri at koma við broytingum. ? Í dag skrivað vit 17. desember, og enn er stór ósemja í samgonguni um fíggjarlógina fyri komandi ár. ? Hann var eisini púra avgjørdur [...] viðgerð um at brúka ein part av yvirskotinum á fíggjarlógini í ár til ymsar íløgur. ? Tað bleiv eisini gjørt stovnum púra greitt, at játtanirnar í ár skuldu haldast. ? Kortini hevur samgongan lagt fyri tingið [...] skal mvg lækkast. Og alt skal verða avgreitt 1. januar. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er fusk av eini aðrari verð, tí nú eru bara seks arbeiðsdagar eftir í ár. Hann sigur, at tað líkist ongum, at samgongan
teir góvu fløguna Time út í november mánaði. Og í vikuskiftinum gera teir fýra tónleikararnir eitt rend norðureftir í landið. Fríggjakvøldið fer rockbólkurin at spæla til dans í Longbrá og leygarkvøldið [...] sum slær á trummur í Kjølum. Saman við Jens Tummasi Næss, Signari í Horum, Jens Marna Hansen myndar hann rockbólkin Kjølar. Góða undirtøku allastaðni Fløgan hjá Kjølum, Time, er í løtuni útseld, og fleiri [...] aðrastaðni, eru teir í Kjølum spentir til at koma til tvey av stóru plássunum í landinum, Klaksvík og Eysturoynna. Vit ætlaðu allatíðina at fara til Klaksvíkar, og hóast vit ikki fara at spæla í KÍ-høllini, vóna
ymsu dystirnar, skulu gera tað áðrenn 10. januar, tá FSF skal senda endaligu bíleggingarnar avstað til FIFA. Í blaðnum í dag hava vit yvirlit yvir allar dystirnar í endaspælinum, teir hava fingið hvør sítt [...] atgongumerki til ávísar dystir í endaspælinum, og fyrstu bíleggingarnar hjá FSF eru longu sendar høvuðsskrivstovuni hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA í Zürich. Sum luttakari í HM-undankappingini sleppur [...] slíkum støði eru ymiskir, alt eftir hvussu gott pláss tú vilt hava, og soleiðis er eisini í endaspælinum í Fraklandi. Í yvirlitinum yvir dystirnar hava vit sett upp prísirnar til tey bestu plássini og hini
ábendingar um, at hon ikki kom í neyð av bankakanningini. Seinastur í røðini at siga frá sínum ábendingum í hesum máli, er so Jóanes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sum í seinnu helvt av vikuni ið fór [...] vitjanina hjá formanninum í danska javnaðarflokkinum, kemur við uppskot um at lata tað løgfrøðisliga í bankakanningini vera líka mikið, og heldur samráðast við donsku myndugleikarnar, í hesum føri við formanni [...] fyri framman, sum hann ræðist verri enn okkum og kemur hann tískil til Føroya á ríkisráðsfund 6. januar. Eisini boðar forsætismálaráðharrin frá, at hann ikki ætlar at tað skal verða við hetta, nei hann
landsstýrið í apríl 93 varð umskipað soleiðis, at tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin komu uppí í staðin fyri fólkaflokkin. Víðari stendur í viðmerkingunum, at stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku [...] av sjálvur at hava sæti í nevndini í staðin fyri ein landsstýrismann. Nevndarlimirnir, sum eru umrøddi oman fyri, velja sær aftrat 3 nevndarlimir, sum skulu hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum og ikki [...] sigur víðari í uppskotinum, at nevndin fær heimild at nýta pening til útreiðslur nevndarinnar, tó í mesta lagi 1,8 mio. kr. Nevndin skal vera liðug við arbeiði sítt við áliti og uppskoti í seinasta lagi
dramatiskur, í góðum eins væl og í vánaligum tíðum. Hann heldur kortini, at eingin, sum hevur verið í Føroyum, ivast í, at nógv og sterk bond binda Føroyar og Danmark saman, bæði persónlig- eins væl og í familjum [...] nú er stundin komin at javnseta londini í ríkisfelagsskapinum. Tað er hansara hugskot at Ríkisfundirnir hereftir verða hildnir skiftivís í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. Atfinningarnar móti at Nyrup Rasmussen [...] enn tey, sum formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, at vitja Javnaðaflokkin? - Eg komi til Føroya í sum forsætisráðharri, á fundin við Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformann í Grønlandi og Edmund Joensen
havi ongantíð gjørt meg til konsertspælara. Eg spæli bæði í Kvívík, í Vesturkirkjuni onkuntíð og á Lágargarði. Fyltur 67 ár Ein dag í juli mánaði í ár fekk Ívar bræv frá landsstýrinum, sum seði hann úr starvi [...] Hann hevði harmonium, spældi klaver og spældi í kirkjuni. - Eg var sera áhugaður í spælinum, og eg var bara 12 ára gamal, tá eg byrjaði at spæla í kirkjuni í Kvívík. Eg spældi altíð, tá eg var heima, og [...] taldir. Røddin hjá Ívari hevur verið at hoyrt í útvarpinum síðan 1960. Ívar lærdi til telegrafist í Keypmannahan, og sigldi fyrst við einum donskum farmaskipi. Í 1955 kom Fiskanes, sum var flaggskip Føroya
Í kvøld verður rimmar konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Eyðun Nolsøe fer fyri fyrstu ferð, síðani fløgan Solo kom út fyri einum mánaði síðani, at spæla live, og saman við honum fara eisini Frændur [...] saman við honum í kvøld. Frændur fer at spæla á konsertini í kvøld, og tað er longu einaferð fyrr í ár staðfest, at Frændur hevur sama fólkatokka sum fyrr, tí tá teir seinast spældu í Havn, vóru væl yvir [...] saman við Steintór Rasmussen, Rana Nolsøe og hinum í Frændum, og allir teir góðu, gomlu Frændasangirnir verða sjálvandi at hoyra í kvøld. Konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi, byrjar kl. 23.00, og a
fólk. Talan er mest um ung húski við børnum. 1. januar 1995 búðu 15.124 fólk í høvuðsstaðnum (og Argjum). 1. desember í ár búðu 15.809 fólk í Havn og á Argjum. Vit hava einki ímóti, at Havnin veksur. Men [...] enn at meiriluti fæst fyri tí í tinginum, tí hetta er tað, tær seks størstu kommunurnar, við 28.000 av teimum 44.000 fólkunum í Føroyum, í rygginum, vilja hava. Og eg rokni í hvussu so er ikki við, at l [...] neyðugar íløgur í havnalagið og um ábøtur á vegir og almennar bygningar, sum eru forfallin í kreppuárunum. Men eitt, sum eisini vigar tungt, er, at vit mugu ikki gera tað alt ov bíligt at búgva í Havn, afturímóti
FLOGBÓLTUR: Í døgunum 10. og 11. januar verður flogbóltskapping í Klaksvík. Kappingin er fyri yngri deildir og tað er Mjølnir, sum skipar fyri. Tilmelding til kappingina skal verða gjørd áðrenn 29. desember [...] desember, og kann gerast á telefon 55738. Seinni í januar mánaði verður eisini flogbóltskapping fyri tær eldru deildirnar.